29. september sendi Nærbø Trónd Mikkelsen og liðfelagarnar í Kristiansand úr norsku steypakappingini við einum 27-23 (14-11) sigri á heimavølli.
Í dag spældi Kristiansand aftur móti Nærbø á útivølli. Hesaferð var talan um dyst í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Men aftur í dag mátti Kristiansand lúta fyri Nærbø. Í dag vann Nærbø 28-25 á Kristiansand. Í steðginum var Nærbø á odda 13-10.
Tróndur skoraði eitt mál, legði upp til trý mál og vann liðnum tvey brotskøst.
Kristiansand er nummar seks í deildini við seks stigum fyri seks dystir.
Sunnudagin 20. oktober klokkan 17 tekur Kristiansand móti gamla liðnum hjá Teis Horn Rasmussen, Follo á heimavølli.