Helgi H. Hoydal, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í kvøld móti Elverum í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Elverum, ið er triðfremst í deildini vann ein tepran 27-26 sigur. Í steðginum var Elverum á odda 16-10.
Kristiansand avrikaði væl í seinna hálvleiki, men teir gjørdust samlað akkurát ov stuttir til at fáa stig.
Bjarni skoraði trý mál, legði upp til tvey mál og vann liðnum tvey brotskøst. Helgi skoraði tvey mál og vann liðnum eitt brotskast.
Kristiansand er aftast í deildini við tveimum stigum fyri átta dystir.
Leygardagin 28. oktober tekur Kristiansand móti Viking TIF á heimavølli.