Kristian Sune triðja árið á rað

Klaksvíkingar vístu seg eisini í einstaklingakappingini í billard at vera stinnir, tí á páskum áttu teir báðar finalistarnar í FM-kappingini, sum Kristian Sune Høgnesen vann triðja árið á rað

Billard: Kappingin varð spæld á báðum borðunum í Havnar Klubba á páskum, og tilsamans vóru 12 mans við. Men nokk so skjótt vísti tað seg, at teir tríggir, ið endaðu við at fáa heiðursmerki, fóru eitt sindur frá hinum níggju. Tí líktist tað av álvara einari kapprenning millum Kristian Sune Høgnesen og Hall Joensen úr Klaksvík og Niels Nielsen úr Havn – og teir tríggir endaðu eisini við at vinna gull, silvur og bronsu í júst somu raðfylgju.
Hóast Niels átti besta spælið í kappingini við 600 eygum og eisini átti besta meðalumfarið, mátti hann síggja klaksvíkingarnar fara fram um seg og í finaluna. Har legði Kristian Sune bragdliga fyri og kom skjótt á odda ímóti Halli, so finalan ikki gjørdist so øgiliga spennandi. Kristian Sune fekk umleið 480 eygu og Hallur um 100 eygu færri.
Gjøgnum kappingina vóru fleiri rættiliga javnir dystir, men samanumtikið vóru úrslitini heldur lakari hesa ferð, enn tey hava verið í øðrum líknandi kappingum. Men tað tók einki frá Kristian Sune, ið veruliga hevur víst stórform seinnu árini og hesa ferð vann føroyameistaraheitið triðja árið á rað!