Kristian Martin gevst sum høvuðsvenjari hjá HS

Kristian Martin Joensen hevur sagt seg úr starvi sum høvðusvenjaara hjá Havnar Svimjifelag

Høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjifelag, Kristian Martin Joensen, hevur í dag sagt seg úr starvi. Nevndin í  felagnum tekur uppsøgnina til eftirtektar, og takkar Kristian Martini fyri samstarvið og ynskir honum alt tað besta framyvir, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Havnar Svimjifelag.

 

Felagið leitar nú eftir nýggjum høvuðsvenjara at byrja skjótast gjørligt. Í tíðarskeiðnum fram til 1. apríl verður Kristian Martin tøkur hjá felagnum og kemur hann í hesum tíðarskeiði, til ein nýggjur høvuðsvenjari er settur, at taka sær av dagligu venjingini hjá 1. og 2. liði, skrivar heimsíðan hjá felagnum.