Kristel Lisberg hevur verið í studio og spælt nýggjan tónleik inn. Sangurin kallast "Without You".
Kristel Lisberg sigur, at talan er um myrkan popptónleik, sum víkir nakað frá mainstream popptónleiki. Myrkur poppur er tónlistarliga hillin, sum hon finnur seg til rættis í. Sangurin er rættiliga persónligur, og handlar um sorgina, sum er, tá unnustin ger tað liðugt við ein.
Kristel Lisberg vitjaði Rás2 seinnapartin til eitt prát um tann nýggja sangin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Kristel Lisberg segði á Rás2, umframt eitt brot av tí nýggja sanginum.