Leikirnir verða settir 7. september kl 17 og endahátíðin verður 18. september kl 17
Krista svimur hesar greinir og tíðir:
9. sept kl 10.22 - 50m frí innleiðandi
13. sept kl 10.26 - 100m frí innleiðandi
15. sept kl 10.14 - 400m frí innleiðandi
Allar tíðir eru lokalar tíðir í Rio (4 tímar aftanfyri okkum)
IPC hevur gjørt eina síðu ið savnar allar miðlar ið vísa leikirnar: www.paralympic.org/watch-rio-2016
Fleiri norðurlendskar rásir hava gjørt avtalur, og fara at hava nógvan paralympiskan ítrótt á skránni.
ÍSB fer at dagføra á facebooksíðu sína í samband við leikirnar.