Fyri eini løtu síðan svam Krista Mørkøre 50m frí á Paralympisku Leikunum í Rio.
Hon svam í fyrsta riðli.
Hon kom á mál við tíðini 32.54 sekund sambært svimjing.com og kom aftast á mál.
Chantal Molenkamp úr Hollandi kom fyrst á mál við tíðini 28.99 sekund.
Krista skal svimja aftur mánadagin. Tá er tað 100m frí, ið er ein sterku greinunum hjá Kristu Mørkøre.