Nú klokkan 14 skuldi atgongumerkjasølan til konsertina við Kris Kristoffersen í Reinsarínum í annaðkvøld byrja. Men so nógv trýst hevur verið á, at heimasíðan krassjaði.
– Vit arbeiða við málinum og vita ikki, nær trupulleikin verður loystur. Okkara heimasíða er ikki so stór, og vit eru ikki von við so nógvan trafikk, sigur Bogi Andreassen.
– Fólk mugu bíða í tolni, sigur Bogi Andreassen.