Sendingarnar í Kringvarpinum, Fólksins Rødd og Álvaratos, hava seinastu dagarnar fingið nógv skot frá politikarnum. Men nú svarar Annika Mittún aftur. -Tað er ein menniskjarættur at siga sína hugsan. At nýta sítt talufrælsi er ein rættur, ið er ein av hornasteinunum í okkara fólkaræði. Tað er hetta borgararnir í ymiskum sendingum hjá Kringvarpinum fáa høvi til - at siga sína hjartans hugsan, sigur Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpinum.
Tað var Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum í farnu viku segði, at omanfyrinevndar sendingar eru beinleiðis skræpa. Eisini aðrir politikarar hava alment kritisera hesar sendingar. Men kringvarpsstjórin er ikki samd í kritikkinum.
Hon sigur, at sendingarnar Álvaratos og Fólksins Rødd endurspegla tað, sum gongur fyri seg í samfelagnum, og vísir hvussu vanlig fólk skilja miðlasøgurnar.









