Kringvarpsskatturin liggur í hondum Sambandsins

Lagnan hjá Kringvarpinum – ella í øllum førum hjá fleiri av starvsfólkunum á stovn­i­num, liggur nú í hondum Sam­bands­floks­ins.

Hesa niðurstøðu kunnu vit draga burt­ur úr samrøðum her í blað­num í dag, har um­boð fyri flokkarnar siga sína hugs­an.
Tjóðveldi hevur fleiri ferð­ir havt sama mál frammi, sum tað, Aksel Johannesen kom við fríggjadagin um at krevja kringvarpsgjald inn um­veg­is skattin.

Soleiðis kunnu vit meta, at øll um­boð hjá Tjóðveldi og Javn­að­ar­flokk­i­num taka und­ir við upp­skot­i­num. Men tey hava bara 12 atvkøður í ting­i­num. Fólka­flokk­ur­in og Fram­sókn hava ta greiðu støðu, at slík gjøld ikki skulu krevj­ast inn um skattin, so har fæst eingin undirtøka.

Miðflokkurin er meira víðgongdur. Bill Just­in­us­s­en sigur rætt og slætt at Kringvarpið skal priv­at­i­ser­ast.

Út frá hesum kunnu vit staðfesta, at Aksel V. Jo­hann­e­sen má dúva upp á Sam­bands­flokkin, um vón skal vera fyri uppskotinum.
Sambandsflokkurin hev­ur eigur eisini ment­a­mál­a­ráð­harran – og tí kennir flok­k­urin sær helst eina ser­l­iga ábyrgd yvir fyri Kring­varpinum. Men hevur Sam­bandsflokkurin sama prin­sipp, sum hinir báðir sam­gonguflokkarnir, so tek­ur hann ikki undir við hesum mátanum.

Í løtuni er eitt líknandi stríð í samgonguni um gjaldið til Heil­s­utrygd­. Miðflokkurin og Sam­bands­flokkurin vilja, at gjaldið skal krevjast inn um­vegis skattin, meðan Fólk­a­flokkurin er ímóti.

Seinni í dag frætta vit helst, hvussu leikur ferð...