Stendur tað til landsstýrismannin í mentamálum, Annlis Bjarkhamar, fara útvarps- og sjónvarpsgjøldini skjótt í søguna. Ætlanin er at strika hesa inntøkukeldu hjá almennu loftmiðlunum, sum í staðin skulu fáa pengar frá einum kringvarpsgjaldi.
Í dag skal hvørt húski í Føroyum gjalda eitt útvarpsgjald og eitt sjónvarpsgjald uppá 1500 krónur hvørt, íroknað MVG. Harumframt skulu børn yvir 18 ár, sum búgva heima, somuleiðis rinda útvarps- og sjónvarpsgjald, hava tey hesi tól. Men sambært uppskotinum, sum landsstýrismaðurin hevur lagt fyri Mentanarnevndina hjá Løgtinginum, umframt útvarps- og sjónvarpsstjóran, skulu pengarnir í framtíðini krevjast inn umvegis skattin. Afturat vanliga skattinum, barnsburðargjaldinum, ALS-gjaldinum osv. skal í framtíðini krevjast inn eitt kringvarpsgjaldið frá øllum skattgjaldarum.
Sambært uppskotinum verður talan um eitt ávíst prosentgjald av inntøkuni, sum verður trekt í kringvarpsgjaldi. Hetta gjald kann, sambært uppskotinum, í mesta lagi vera 1600 krónur um árið fyri hvønn skattgjaldara. Til dømis fer hetta at merkja, at eini hjún við hampuligari inntøku í framtíðini skulu gjalda tilsamans 3200 krónur í kringvarpsgjaldi um árið. Tey gjalda í dag tilsamans 3000 krónur í ávíkavist útvarps- og sjónvarpsgjaldi. Harafturímóti fara fólk við lítlari ella ongari inntøku at skulu gjalda minni til Útvarpið og Sjónvarpið enn higartil.
Sum Sosialurin skilir, vísir roknistykkið hjá Mentamálaráðnum, at kringvarpsskatturin samanlagt fer at geva nakrar milliónur afturat um árið at býta til Útvarpið og Sjónvarpið, sammett við inntøkurnar frá lurtara- og hyggjaragjaldinum. Bæði tí at eingin fer at kunna sleppa sær undan at rinda gjaldið, umframt at fólk, sum arbeiða og búgva í Føroyum í styttri tíðarskeið, eisini koma at rinda henda skattin til loftmiðlarnar. Í ár fáa almennu loftmiðlarnir 16,7 milliónir krónur hvør í inntøku frá lurtara- og hyggjaragjaldi, og báðir stovnar meta seg fáa á leið tað sama inn næsta ár. Hetta er á leið tveir triðingar av samlaðu inntøkuni hjá stovnunum.
Uppskotið hjá Mentamálaráðnum fevnir bara um lurtara- og hyggjaragjøldini, og loftmiðlarnir fara tískil framhaldandi at hava inntøkumøguleikar av lýsingum og spølum.
Uppskotið út til flokkarnar
Ætlaninar um at áseta eitt kringvarpsgjald skulu nú út til flokkarnar til umrøðu. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur kunnað útvarps- og sjónvarpsstjóran um ætlaninar, og harumframt var Mentanevndin í Løgtinginum og Miðflokkurin, sum ikki hevur umboð í nevndini, boðið við til fundin í Mentamálaráðnum.
Sum Sosialurin skilir er skotbráið stutt, tí eftir ætlan skulu broytingarnar fremjast longu næsta ár, fæst politiskur meiriluti fyri tí.
Fámæltir stjórar
Hóast uppskotið kann fáa stórar avleiðingar fyri almennu loftmiðlarnar og teirra virksemi, so hava hvørki stjórin í Sjónvarpi Føroya, Mikkjal Helmsdal, ella stjórin í Útvarpi Føroya, Jógvan Jespersen, stórvegis viðmerkingar til ætlaninar hjá landsstýrismanninum í mentamálum.
- Eg havi ongar viðmerkingar til uppskotið. Eg varð kunnaður um tað í gjár, og nú fer uppskotið út til eina politiska viðgerð, sum eg ikki haldi at eg skal leggja meg út í, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri.
Og at kalla sama svar hevur sjónvarpsstjórin.
Eg havi ikki tað stóra at viðmerkja til málið. Tað er jú ein politisk proces, sum fer í gongd nú, sigur Mikkjal Helmsdal. Hann sigur tó, at ein fyrimunur við ætlanini kann vera, at Sjónvarpið sjálvt sleppur frá at krevja inn hyggjaragjald, meðan vansin kann vera, at Sjónvarpið kemur tættari at politiska myndugleikanum. Tí má hugsast um tiltøk, sum kunnu tryggja sjálvstøðugu, óheftu støðuna hjá Sjónvarpi Føroya, sigur Mikkjal Helmsdal.
Í seinastuni hevur sjónvarpsstjórin fleiri ferðir ført fram, at sjónvarpið hevur tørv á fleiri pengum. Mikkjal Helmsdal hevur tó ikki fingið lyfti frá landsstýrismanninum um fleiri pengar til Sjónvarpið eftir fundin í Mentamálaráðnum.
- Eg havi ikki fingið nøkur lyfti um fleiri pengar. Tann einasti, sum nevndi tað á fundinum, var eg sjálvur, sigur Mikkal Helmsdal.










