Kringvarpið skrivar í hvassorðaðu kæruni til Fjølmiðlanevndina, at kjaksendingin hjá Óla Breckmann tann 4. juni í fjør, sum snúði seg um Kringvarpið, var í stríð við øll journalistisk prisipp, so sum sakligheit, óheftni og konstruktiva og kritiska viðgerð av samfelagsmálum.
- Sendingin er ein long útspilling av Kringvarpinum og teimum, sum starvast á stovninum, skrivar Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, í kæruni.
Kringvarpið vísir á viðurskifti í sendingini, sum tey halda eru brot á leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið. Millum annað er verturin ikki óheftur, og øll viðkomandi sjónarmið verða ikki lýst í sendingini. Eisini verður víst á, at sendingin er brot á leiðreglurnar um integritet og trúvirði.
Fjølmiðlanevndin sigur í sínari niðurstøðu, at hóast tað er møguligt at gera viðmerkingar til fleiri viðurskifti í kærdu sendingini vísandi til leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið, er ikki grundarlag fyri at finnast at hesum viðurskiftum.
Fjølmiðlanevndin sigur eisini, at høvuðstrupulleikin í sendingini er málburðurin hjá vertinum í sendingini, sum ikki er í tráð við góðan fjølmiðlasið. Aðrar viðmerkingar hevur Fjølmiðlanevndin ikki til sendingina ella tær viðmerkingar, ið eru førdar fram av KvF.
Í grundgevingini fyri sínari niðurstøðu sigur Fjølmiðlanevndin, at nevndin ger eina yvirskipaða meting av málinum heldur enn at viðgera øll møgulig punktir í leiðreglunum ella at viðgera smálutir í einstøku kærupunktunum út í æsir.
- Atlitið til tælufrælsið hevur eisini við sær, at stórt rásarúm er í mun til evni og áskoðanir, sum verða framførd, og nevndin skal vera varin við at avmarkað hetta.
Fjølmiðlanevndin vísir á, at í kærdu kjaksendingini á Rás2 verður Kringvarpið viðgjørt millum annað í sambandi við nógv umrødda tollmálið, og tað heldur Fjølmiðlanevndin er relevant at viðgera og grundarlag er fyri teimum áskoðanum, sum koma fram í sendingini.
- Kringvarpið skal sum fjølmiðil tola at verða viðgjørt av øðrum miðlum. Metast má eisini um viðgerðina av KvF í sendingini hjá Óla Breckmann í tí høpi, at KvF sjálvt hevur lagt eina harða linju m.a. í viðgerðini av av tollmálinum viðvíkjandi Jørgen Niclasen, og at eitt ávíst stríð hevur verið millum miðlarnar av júst hesi orsøk.
- Linjan er hørð, og hetta má Kringvarpið í ein ávísan mun eisini tola, sigur Fjølmiðlanevndin.
Nevndin heldur hinvegin, at málburðurin hjá Óla Breckmann er óhøviskur, ósakligur og til tíðir uttan fyri mark. Tað er ikki í tráð við leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið.