Kringvarpið koyrt sølufólkini til hús

1. januar broyttist fortreytirnar hjá Kringvarp Føroya soleiðis, at stovnurin ikki longur fær inntøkurnar frá seldum lýsingum. Í staðin er ætlanin, at inntøkurnar skulu latast einum filmsgrunni til frama fyri føroyska filmslist, og at stuðla privatum miðlum.


Tað hevur fingið avleiðingar fyri sølufólkini hjá Kringvarpinum, hvørs sáttmálar eru uppsagdir. Tað váttar Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum, í viðmerking til in.fo.


- Kringvarpslógin er broytt, og KVF skal hava lýsingar, men fær ikki inntøkurnar. Tí verður arbeitt við at umskipa alt økið, har ein partur er at uppsiga sáttmálarnar við okkara sølufólk. Vit arbeiða við málinum, og vit miða eftir at hava umskipað økið um einar tvær vikur, sigur Dia Midjord.


In.fo hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Páll Róa Poulsen, lýsingarsamskipara hjá Kringvarpinum og stjóra í PRP Søla og marknaðarføring, ið seldi lýsingar fyri Kringvarpið, men hann hevur ongar viðmerkingar til málið.