Kringvarpið fer at tillaga raksturin

– Vit arbeiða altið við at rationalisera raksturin. Men jú, vit fara at tillaga raksturin nakað nú, sigur Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpinum

Komandi tíðina fer Kringvarpið at fremja nakrar sparingar. Fyrstu sparingarnar eru longu gjørdar, tí í gjár gjørdist greitt, at trý starvsfólk, sum vóru í tíðaravmarkaðum starvi, ikki eru sett aftur. Hetta visti Norðlýsið, og vit hava spurt kringvarpsstjóran, hvussu landið liggur.

 

– Vit arbeiða altið við at rationalisera raksturin. Men jú, vit fara at tillaga raksturin nakað nú, sigur Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpinum.

 

Men hvussu nógv er ikki heilt vist, tí hann vil ikki seta nakað tal á. Sambært Norðlýsinum skal Kringvarpið spara heilar 6 milliónir. Kringvarpsstjórin hvørki váttar ella avsannar hetta talið.

 

– Tá vit tosa um rakstur, so er tað á øllum økjum. Til dømis maskinur, tól og mannagongir. Alt tað, sum mann vanliga hyggur at, sigur Ivan Hentze Niclasen.

 

Orsøkirnar til sparingar eru ymsar.

 

– Samfelagið verður generelt dýrari, og so hava vit eisini lønarhækkingar, sigur stjórin.