– Skrekkeksemplið frá í fjør má ikki endurtaka seg.
Soleiðis segði Gunvør Balle, løgtingskvinna, undir viðgerðini av málinum um at frítaka kringvarpsgjaldið fyri mvg, sum var fyri í løgtinginum í síðstu viku.
»Skrekkeksemplið« hon meinti við, var nýggjárssendingin í Kringvarpinum í fjør, tá nøkur starvsfólk í Kringvarpinum saman við øðrum gjørdu eina nýggjárssending í sjónvarpinum nýggjársaftan – sum Kringvarpið keypti frá teimum.
Sendingin varð fíggjað við lýsingum og sponsoratum, sum millum annað journalistar í Kringvarpinum seldu fyri egnan vinning. Partur av konseptinum, sum Kringvarpið keypti, var eitt nú politiska kjakið, sum eisini varð fíggjað við sponsoratum, har millum annað ein av floksformonnunum, Poul Michelsen, bæði var politiskur lutakari í panelinum og handilsligur sponsorur sum stjóri fyri P/F Poul Michelsen. Ein av spyrjarunum var ein av teimum, sum hevði selt Poul Michelsen sponsoratið.
Lítil ivi er um, at hetta als ikki er í tráð við góðan fjølmiðlasið ella við public service skylduna hjá Kringvarpi Føroya – ella í tráð við public service sáttmálan millum Kringvarpið og Mentamálaráðið.
Men Dia Midjord dámdi væl sendingina, sum tey í Kringvarpinum hava eftirmett og valt at endurtaka – tó við teirri broyting, at tey taka til eftirtektar ringasta kritikkinum, at eitt privat felag slapp at eiga bæði løgmansrøðu, politiska kjakið um løgmansrøðuna og tíðindapartin.
Í tíðindaskrivi 15. november í ár segði Dia Midjord, kringvarpsstjóri, at leiðslan á almenna stovninum Kringvarpi Føroya er so væl nøgd við dygdina í sendingini, at hon hevur gjørt av at endurtaka avtaluna við privata felagið um sendingina aftur í ár. Kringvarpið fegnast eisini um, at privatir sponsorar stuðla sendingini.
Sosialurin bað 15. november Kringvarpið um alment innlit í sáttmálan fyri at vita, hvat Kringvarpið rindar privata felagnum fyri sendingina, og hvør annars hevur havt møguleikan at bjóða upp á nýggjárssendingina.
Hóast 19 dagar nú eru farnir, síðani freistin hjá Kringvarpinum at svara umbønini um alment innlit, so er svar ikki komið enn. Dia Midjord váttaði beinanvegin fyri móttøku av innlitsumbønini, men boðaði frá, at onkur smávegis rætting skuldi gerast, áðrenn sáttmálin kundi undirskrivast. Hóast vit hava rykt aftur eftir svari, so hevur Sosialin framvegis ikki fingið svar frá Dia Midjord, sum soleiðis fremur beinleiðis brot á lógina um alment innlit. Sum almennur stovnsleiðari forðar kringvarpstjórin soleiðis frælsum fjølmiðlum í sínum virksemi.
Sosialurin hevur nú kært Kringvarpið til Mentamálaráðið, sum varðar av stovninum, og Løgtingsins Umboðsmann, sum vanliga tekur sær av slíkum málum.