Kringvarpið viðger støðuna

Kringvarp Føroya viðger í løtuna støðuna, sum er íkomin eftir, at eitt sjónvarpslið varð noktað at gera upptøkur til dystin millum KÍ og B36 í Klaksvík leygardagin. Avleiðingin av hesum var, at sjónvarpssendingin 3-2 fyribils gavst at vísa føroyskan fótbólt. Stríðið stendur um, hvørt samrøður við spælarar skulu gerast frammanfyri lýsingavegg hjá feløgunum. Hetta vil Kringvarpið ikki binda seg til, og hetta hevði við sær, at KÍ noktaði upptøkufólki hjá 3-2 atgongd til dystin leygardagin.
- Støðan er álvarsom, og í løtuni viðgera vit hana í Kringvarpinum. Enn eru vit ikki komin til nakra niðurstøðu, men væntandi koma vit út við onkrum seinni í vikuni, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpi Føroya.