Kringvarpið lagt lamið í allan dag

Starvsfólk í Kringvarpinum, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, eru á fakligum fundi í allan dag og tí vóru ongi tíðindi í Útvarpinum á miðdegi og tað verður heldur ongin Dag og Vika í kvøld Onkur av teimum, sum settust at lurta eftir tíðindunum í útvarpinum nú á miðdegi hava uttan iva fingið døgverðabitan í rangastrúpan.

Tí ístaðin fyri tíðindi, kom tíðindaleiðarin, Jón Brian Hvidtfeldt framat mikrofonini og boðaði frá, at tíðindini vóru avlýst.

Orsøkin er, at alt starvsfólkið í Kringvarpinum, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, varð kallað oman í Starvsmannafelagið í morgun á fakligan fund og tað er ein fundur, sum varar allan dagin.

Sostatt er eisini greitt, at Kringvarpið verður ógvuliga skert í allan dag og tað er somuleiðis longu nú avgjørt, at tað verður ongin Dagur og Vika í sjónvarpinum í kvøld.

Tíðindaleiðarin boðaði tó frá, at tíðindi verða aftur í Útvarpinum aftur, tá ið fundurin er av, men tað verður í avmarkaðum líki.

Starvsmannafelagið hevur kallað starvsfólkið á fakligan fund fyri at kunna tey um støðuna í sambandi við ætlanina hjá Kringvarpinum um at siga sjey limum í Starvsmannafelagnum upp. Starvsmannafelagið hevur kravt, at ætlanarskrivini um uppsagnir verða tikin aftur og at ein journalistur, sum er settur í starv frá 1. februar, verður ógildað.