Kringvarpið fyri fríum hassji?

Tá vikuskifti er hamskiftist Kring­­varp­ið – alt eft­ir hvør er á vakt. Tað merkist á øllum brøgd­um, at um vikuskiftið verða evnini, sum viðgjørd verða í tíð­ind­a­send­ing­u­num hjá almenna ment­an­ar­ber­a­­num, ikki løgd á red­ak­ti­óns­borð­ið til eina gjølliga journ­al­ist­iska public service við­gerð.

Tað hevur givið at bíta nú nakr­­ar leyg­ar­dagar, tá ein áv­ís­­ur mið­­floksmaður saman við einum útvarpsanni hev­ur rek­­l­a­merað fyri hassji í public ser­vice tíðindasendingunum – og um eina ráðstevnu um hassj, sum skal haldast á føð­ing­ar­degi Hitlers, 20. apríl, utt­an fyri løgtingið.

Enn er tíðindavinkulin hjá Kring­­­varp­i­num eitt sind­ur »skeiv­ur« – um hetta er eitt pro-hassj-tiltak hjá Mið­­flok­­k­­­inum, ella bara eitt hipp­i­til­tak hjá nøkrum ein­stak­ling­um, sum sambært Kring­varp­inum eru fleiri í tali, enn allir velj­ararnir hjá Mið­­flokk­­inum tilsamans.

– Vón­andi eru tað ikki spons­orarnir og plát­u­vend­ar­ar­nir, sum hava tikið yv­ir­hond. Men eitt sindur ør­kyml­­andi er tað fyri lurt­ar­an og lóga­­rt­vungna kring­varps­skatt­gjald­ar­an, hvørjar tær djúparu fjølmiðlaetisku hug­sjón­­i­rnar hjá Kringvarpi Før­oya eru fyri hesi hassjherferð – við Bob Marley rútmum og øll­um – vikuskifti eftir vik­u­skifti...