Kringgongd

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Landsstýriskvinnan í mentamálum, ella mentamálaráðharrin, tá vit spæla fólk í húsi, kann av sínum eintingum, einsamøll uttan at spyrja nakran, hækka kringvarpsgjaldið. Hon skal bara broyta eitt tal í kunngerðini um kringvarpsgjald og síðani senda Kunngerðablaðnum kunngerðina og biðja um at fáa hana kunngjørda. Og so hækkar kringvarpsgjaldið. Meira enn tað krevst ikki.

Men tað torir landsstýriskvinnan í mentamálum sjálvandi ikki. Tí mentanarligar hugsjónir og visjónir, um nakrar eru, viga minni, nógv minni, enn atkvøður og tað, sum hini í samgonguni halda.

Og fyri at sleppa sær heilt undan ábyrgdini og heimildini at áseta kringvarpsgjaldið er landsstýriskvinnan (t.e. landsstýrið) komin við einum lógaruppskoti, sum flytur avgerðina úr Mentamálaráðnum í løgtingið. Kringvarpsgjaldið, krónutalið, skal í lógina um Kringvarpið.

Lógaruppskotið sigur, at kringvarpsgjaldið er 3.000 kr. frá 2010 at rokna. Og soleiðis verður í allar ævir. Løgtingið fer ongantíð at hækka gjaldið, heldur tvørturímóti.

Jú, men, ger tann skarpi lesarin nú vart við, tað eru heilar100 kr. meira enn nú (og meira til landskassan eisini í meirvirðisgjaldi, 425.000 kr. um árið).

100 kr. meira geva 1,7 milliónir afturat til Kringvarpið, tí 17.000 húsarhald eru. Men teir pengarnir skulu sjálvandi ikki brúkast til journalistikk. Pengarnir skulu brúkast til fólk við breki, fólk, sum bera brek fyri at vera heilt politiskt korrektur í orðavalinum.

Mentamálaráðið brúkar pengar hjá Kringvarpinum at reka almannapolitikk fyri. Annars fæst ikki meiriluti fyri at hækka gjaldið. Minnist til, vit eru í Føroyum.

Politikararnir ræðast eitt sterkt kringvarp. Tí vandi er fyri, at teir fáa spurningar, sum teir ikki klára at møsna seg uttanum. At teir koma í fokus og ikki sleppa úr tí aftur..

Eftir meira enn 52 ár við útvarpi og meira enn 25 ár við sjónvarpi, meira enn hálva øld við Public Service, er tann fyrsti føroyski Public Service sáttmálin á veg.

Fyri at hava sítt alibi hundrað prosent í lagi fekk landsstýriskvinnan í lag aðalorðaskifti í løgtinginum. Hon veit, at løgtingið vil einki við Kringvarpinum.

Tað var ein óvæntað snild avgerð at leggja saman Útvarpið og Sjónvarpið overnight. Tað vóru ein góð ráð, landsstýrismaðurin tá fekk, hvaðani tey so komu.

Við samanleggingini slapp landsstýrismaðurin undan teirri plágu, sum øll undanfólk hansara síðani 1984 runnu undan – øll runnu ikki nóg skjótt – marran, sum var, at Sjónvarp Føroya hevði ongar pengar. Men Útvarp Føroya átti nógvar pengar.

Nú eigur Kringvarp Føroya ongar pengar. Men kassin var ikki heilt tómur, fyrr enn faðirin at Kringvarpi Føroya var farin úr Mentamálaráðnum. Væl var sloppið.

Eingin tordi, ella torir, at siga bart út, at vit eru ov fá í Føroyum til at hava sjónvarp. Politikararnir hvørki vilja ella tora at lata tað, sum eitt líkinda sjónvarp kostar.

Nú skal eisini takast við her, at tað er eingin sjálvsagdur sannleiki, at fleiri pengar geva betri kringvarp. Eitt kallast raðfesting, ein stórliga undirmett dygd í Føroyum. Pengar til dømis kunnu raðfestast, eisini fáir pengar.

Lítið, kanska einki, er meira subjektivt enn raðfesting.

Hví hava vit í Føroyum altíð ráð til at gera berghol og undirsjóvartunlar? Tí politikararnir raðfesta tey fremst.

Ein drykkjukona ella -maður hevur altíð ráð til brennivín, tí tey raðfesta tað fremst.

Allir føroyingar eiga bil, tí føroyingar raðfesta bilin fremst.

Sum sagt í hesi kringgongd um kringvarpsgjald eru altíð pengar til tað, sum verður raðfest fremst.