Krim-brúgvin letur upp aftur fyri lastbilaferðslu

Sagt hevur verið, at russar eisini brúka brúnna til flutning av hernaðarútgerð til russisku krígsførsluna í Ukraina.

Krim-brúgvin, sum bindir Krim-hálvoynna, sum Russland tók frá Ukraina í 2014, til russiska meginlandið, letur upp aftur fyri lastbilaferðslu í morgin. 

 

Tað var síðsta vikuskiftið, at ein ógvuliga hørð spreinging var á brúnni, sum førdi til, at partar av brúnni brotnaðu og duttu í havið. 

 

Persónbilaferðslan og tokferðslan varð tikin upp aftur fáar tímar eftir spreingingina, og sagt verður, at lastbilaferðslan nú eisini letur upp aftur í morgin.

 

Sagt hevur verið, at russar eisini brúka brúnna til flutning av hernaðarútgerð til russisku krígsførsluna í Ukraina.

 

Tað eru fleiri útlendskir miðlar, sum vita at siga, at brúgvin í morgin skal lata upp aftur fyri lastbilaferðslu.