- Vit taka fult undir við, at undirsjóvartunlar verða gjørdir í Eysturoynna og í Sandoy. Men vit góðtaka ikki, at íløgurnar í tunlarnar fara at forða fyri neyðugum útbyggingum í heilsuverk, skúlaverk og almannaverk.
Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, nú uppundir alt avgerðandi viðgerðina í samgonguni um, hvussu og nær teir báðir umstríddu undirsjóvartunlarnir skulu gerast.
Hann sigur, at tí fer Miðflokkurin at krevja tøl á borðið, sum vísa, at íløgurnar í undirsjóvartunlarnir ikki fara at seinka øðrum útbyggingum.
Tórfør kabal
Hann heldur, at tað kann verða ringt hjá samgonguni at fáa kabalina at ganga soleiðis upp, at allir partar kunnu liva við tí.
Hann dugir at síggja fyri sær, at tað verður ómetaliga tórført at fáa semju í samgonguni um, at gera Eysturoyartunnilin fyrst og at brúka rakstraravlopið av honum til at fíggja Sandoyartunnilin, tí tað fer at merkja at tunnilin í Sandoy skal útsetast í nøkur ár og tað vilja tingmenninir úr Sandoy ikki hoyra talan um.
Hinvegin dugir hann eisini at síggja, at tað verður at kalla ómøguligt hjá tí almenna at gera báðar tunlarnar ísenn.
- Tað er púra vist, at fer eitt samfelag upp á neyðars 48000 fólk undir tveir av heimsins longstu undirsjóvartunlum ísenn, verða heimskend.
Tann loysnin, sum Miðflokkurin heldur vera tann frægasta, er, at privata initiativið varðveitir Eysturoyartunnilin, tí so kann tað almenna fara undir Sandoyartunnilin.
- Hetta er frægasti máti at fáa báðar tunlarnar ísenn, heldur Miðflokkurin.
Hann sigur, at tunlar krevja ikki so nógv fólk og tí er saktans rúm fyri at gera báðar tunlarnar ísenn, uttan at kollrenna samfelagsbúskapin.
Allir vegir upp í
Men undir øllum umstøðum er Jenis av Rana rættiliga avgjørdur um, at allir vegir til og frá Eysturoyartunlunum, skulu við í kostnaðin.
- Skal privata felagið gera tunlarnar, skal tað eisini gera vegirnar, tí tað kann ikki koma upp á tal, at tað almenna skal brúka eina trýsiffraða milliónaupphædd upp á vegirnar, tí eisini tað fer at binda landskassan ov nógv og fer at stjala ov nógvan íløgukapital frá øðrum útbyggingum.
- Og ger tað almenna tunnilin, skal kostnaðurin við vegirnar upp í byggiætlanina av somu orsøk
Undir øllum umstøðum verður tað eitt krav frá Miðflokkinum, at tunnilsloysnirnar verða snikkaðar soleiðis saman, at tær ikki drena landskassan fyri allan íløgukapital tey næstu árini, tí fyri teir er tað avgerðandi, at vit eisini fáa ráð til aðrar útbyggingar hesi næstu árini, tí nógv liggur á láni í heilsuverkinum, skúlaverkinum og almannaverkinum.
Tað verður fremst atlitið hjá Miðflokkinum, men annars hongir flokkurin seg ikki í, um, hvussu ella nær tunlarnir verða gjørdir.
- Hjá okkum í Miðflokkinum er ongin trupulleiki. Tað eru Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin, sum hava trupulleikarnar, staðfestir Jenis av Rana.
Men formaðurin í Miðflokkinum er bjartskygdur, tí hann heldur, at samanumtikið stendur væl til í samgonguni og hann er eisini sannførdur um, at hon ríður hendan stormin av.