Krevur svar um skerdan føroyafrádrátt

Høgni Hoydal, fólkatingslimur, spyr nú danska ráðharran í skattamálum, hvussu avgerðin um at skerja føroyafrádráttin til lesandi, er tikin. Hann staðfestir, at føroyafrádrátturin hevur stóran týdning fyri føroysk lesandi í Danmark, men nú verður hann skerdur heilar 28.000 krómur hjá teimum, ið byrjað sín lesnað í 2011.

- Avgerðin um at skerja føroyafrádráttin er komin vart á, tí hann hevur verið bygdur á felags avtalur millum føroyskar og danskar myndugleikar, sigur Høgni Hoydal.

Tí kannar hann nú eftir um nakað kann gerast fyri at broyta avgerðina.

Í hesum sambandi vil hann hava greiði á, um hetta ikki er eitt mál, ið skal til samráðingar - ella um avgerðin í veruleikanum er tikin í samráð við føroyskar myndugleikar.

Tískil hevur Høgni Hoydal spurt danska skattamálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, hvørhar metingar liggja aftanfyri avgerðina um at skerja føroyafrádráttin og hann spyr eisini, hvørjar samráðingar hava verið við føroyskar myndugleikar í hesum sambandi.

Hann vil eisini hava danska ráðharran at svara um hann heldur, at avgerðin er í samsvari við avtalurnar, sum eru gjørdar millum danskar og føroyskar myndugleikar um føroyafrádráttin.

Danski ráðharrin skal svara í næstu viku.