Krevur svar frá dønum áðrenn fríggjadagin

- Lata danir ikki við seg koma nú, so er Landsstýrið tvingað at stevna áðrenn 5. mars, sigur Rúni Joensen, løgmansfulltrúi

Fyri mánað síðani, sendi Landsstýrið fyrstu áheitanina um at útseta fyrningarfreistina viðvíkjandi bankamálinum.

Danska stjórnin er farin undir valstríðið, so har hevur einki samband verið.

Tað er kortini forsætisráðið ella staturin , sum er mótparturin hjá føroyingum í hesum máli, men Landsstýrið hevur einki frætt aftur.

Týsdagin sendi Landsstýrið tí bræv til forsætisráðið, har aftur varð spurt, um teir vildu vera við til at útseta fyrningarfreistina.

Grundgevingin er, at um danir ikki svara áðrenn fríggjadagin, so fer Landsstýrið at stevna statinum, Fíggingargrunninum og Den Danske Bank.

Skal hetta gerast, er seinasta freist at stevna 5. mars. Sakarmálið verður reist í Danmark.

- Er tað panikkur fyri afturlatingartíð hjá Landsstýrinum?

- Alt bendir á, at Landsstýrið noyðist at stevna. Spurningurin um vit fáa nakað burturúr peningaliga, er ikki lættur at svara, men kravið um at fáa uppreisn, hevur eisini týdning, sigur Rúni Joensen.

Mótpartur hjá føroyingum er danski staturin, tí tað var stjórnin, sum setti ein føroyabólk at viðgera málið, har Danske Bank eisini var partur.

Møguliga hevur Danske Bank givið stjórnini skeivar upplýsingar, og møguliga hava embætismenninir í forsætisráðnum ikki kannað tað, sum Danske Bank kom við, nógv væl.

Í Sosialurinum leygardagin stóð at lesa, at Den Danske Bank noktaði at leingja fyrningarfreistina. Tað hevur Landsstýrið eisini frætt, men tað hevur ikki fingið nakra skrivliga fráboðan um tað.

? Velur Landsstýrið at stevna forsætismálaráðið, Den Danske Bank og Fíggingargrunnin, so noyðist forsætismálaráð helst at taka Den Danske Bank inn í málið. Tað verður áhugavert, tí um staturin skal fáa nakað munagott burturúr Den Danske Bank, so skal tað vera áðrenn 5. mars. ? Staturin er tí undir sama tíðartrýsti sum Landsstýrið, sigur Rúni Joensen

Løgmansfulltrúin heldur ikki, at henda støðan er heppin, men Landsstýrið noyðist at gera nakað nú.

-Tað er ikki av fríum vilja, at hetta stigið verður tikið nú, tí Landsstýrið vil heldur hava eina samráðingarloysn, sigur Rúni Joensen.