Krevur Sea Shepherd fyri minst 225.000 krónur

Ákærin í Føroya rætti í gjár kravdi, at Sea Shepherd og teirra limir skulu rinda í minsta lagi 225.000 krónur í bót fyri brot á grindalógina.

Sjáldan hevur eftirspælið av einum grindadrápi verið eins stórt í vavi, sum tá tvær grindir vórðu hildnar til 23. juli, fyrst í Bø og síðani Tórshavn.


Rættarfundurin varð hildin í Føroya rætti í gjár, har fimm Sea Shepherd limir sótu á ákærubonkinum. Rættarfundurin byrjaði klokkan níggju á morgni og var klokkan næstan átta á kvøldi, tá fundurin var liðugur.


Umframt at próvbyrðan mótvegis Sea Shepherd limunum var stór, harímillum sjey vitnir, fimm avhoyringar og ein ørgrynna av sjónband- og myndatilfari, so seinkaði tað eisini fundin nakað, at hann mátti tulkast til fýra ymisk mál, týskt, enskt, franskt og italskt.


Fyri at gera tað lættari, so hevur ákæruvaldið býtt málið upp í fýra partar.
Fyrsti partur var Kevin Schiltz úr Luksemborg, ið varð handtikin á sandinum í Sandagerði. Ákæruvaldið setti fram eitt krav á 25.000 krónur.


Seinni parturin var móti Xavier Figarella úr Fraklandi og Marianne Baldo úr Italia. Tey bæði vóru umborð á bátinum, ið løgreglan tók út fyri Bø. Her setti ákæruvaldið fram eitt krav á í minsta lagi 25.000 krónur hvør.


Síðani var ákæra eisini sett móti Christophe Bondue úr Belgia og Rosie Kunneke úr Suðurafrika, ið bæði vórðu handtikin á sandinum á Bø. Eisini her setti ákæruvaldið fram eitt krav á í minsta lagi 25.000 krónur hvør.


Fjórði parturin var nakað meira serstakur. Ákæruvaldið hevur nevniliga reist ákæri móti Sea Shepherd felagsskapinum sjálvur, ið ákæruvaldið hevur ábyrgdina av teimum fólkum, ið hava brotið føroyska lóggávu.


Her setti ákæruvaldið fram eitt krav á í minsta lagi 100.000 krónur, men mettu at tað skuldi verða nógv meira, serliga havandi í huga, at felagsskapurin vinnur nógv upp á ta fjølmiðlaumrøðu, ið handtøkurnar fáa. 


Dómarin fellir dóm fríggjadagin klokkan 15.


In.fo var til staðar í rættinum í gjár, og verða fleiri greinar lagdar út um rættarmálið næstu dagarnar.