Krevur hálvttriðja ára fongsul

Tað eru fýra fólk, sum eru ákærd í stóra rúsevnismálinum. Kvinnan skal inn at sita í hálvttriðja ár. 22 ára gamli maðurin skal revsast við einum lítlum ári handan rimar, og 33 ára gamli maðurin skal í gegli í eitt hálvt ár. Tað eru ynskini hjá ákæranum. Bíðað verður við dóminum til 20 ára gamla mannin

Hálvttriðja ára treytaleysa fongsulsrevsing. Tað er revsingin, sum ákærin metir vera hóskiliga til 30 ára gomlu kvinnuna. Verjin sigur, at eitt ár er nóg mikið.

Kvinnan er ákærd í tilsamans 34 førum. Ákærur um smugling og sølu av rúsevnum, um at fjala rúsevnir og at nýta rúsevnir, umframt onnur brot á revsilógina, eitt nú brot á apotekaralógina, embætismisnýtslu og grovt tjóvarí.

– Eg veit eg havi gjørt okkurt skeivt, og eg vil taka ta revsing, sum prógvast, at eg eigi at fáa. So vil eg eisini siga, at eg angri og skammist um, tað eg gjørdi í mínum arbeiði. At eg breyt álitið fólk høvdu á mær, segði kvinnan, sum fekk seinasta orðið á drúgva rættarfundinum í gjár. Hon bað síðani dómarin um at vísa atlit, tá hann metti um dómin til hennara, tí hon hevur sitið varðhaldsfongslað í meiri enn fimm mánaðir – harav hálvanannan mánað í isolatión.


Selt fyri 184.000 kr

Ákærin metir, at kvinnan hevur umsitið fyri millum 250 og 300 gramm av amfetamini, og at hald skal leggjast á tilsamans 184.400 krónur, ið kvinnan skal hava forvunnið úr hesum og hassjinum, sum hon hevur játtað, at hon hevur smuglað til Føroya. Hesa mongd av amfetamin og peningaupphæddina grundar ákærin á útrokningar frá avlurtingum, kontoupplýsingum og øðrum.

Verjin, Jógvan Páll Lassen, er langt frá samdur við ákæran. Hann heldur, at málið er gjørt nakað væl størri enn tað í veruleikanum er.

– Málið er einfalt. Hon (t.e. kvinnan, blðm.) hevur móttikið 100 gramm av amfetamin frá einum dana, og selt víðari av tí. Tað er prógvað og tað er tað, sum vit mugu fyrihalda okkum til, segði Jógvan Páll Lassen, sum skýrdi útrokningar og mátan hjá ákæranum at seta málið upp uppá, at vera tendensiøst.


Lítið ár handan rimar

22 ára gamli maðurin hevur 24 ákærur ímóti sær. Ákærin heldur, at 10-11 mánaðir handan rimar er tað, ungi maðurin hevur uppiborið fyri lógarbrot síni. Ákærin legði serliga stóran dent á, at 22 ára gamli maðurin hevði virkað sum millummaður fyri 30 ára gomlu kvinnuna, og selt fyri hana. Hann er eisini ákærdur fyri at hava smuglað og roynt at smuglað rúsevni til Føroya.

Verjin hansara vísti á, at 22 ára gamli maðurin upprunaliga var ákærdur fyri at hava smuglað eitt hálvt kilo av amfetamin til Føroya, men at ákærurnar nú als ikki vóru so umfatandi. Verjin vísti á, at 22 ára gamli maðurin ikki hevði havt nakran forvinning av søluni, og at hann ikki hevur nortið rúsevni síðani hann varð handtikin 1. desember í fjør. Tískil metti verjin, at eitt hálvt ár og allarhægst sjey mánaðir handan rimar var hóskiligt, og at dómarin átti at síggja burtur frá kravinum hjá verjanum, um at leggja hald á 34.000 krónur, sum ákærin metti vera vinningurin hjá manninum. Somuleiðis legði verjin fram ynski um, at ein partur av dóminum skuldi vera treytaður.

– Eg veit eg havi gjørt nakað galið, og nú vil eg bara hava tað revsing, eg havi uppiborið, segði 22 ára gamli maðurin í rættinum í gjár. Hann heitti tó á dómarin um at taka atlit fyri, at hann hevur sitið varðhaldsfongslaður leingi, og at hann er undir útbúgving, sum hann ætlar at fullføra í summar.


Persónskannast av kriminalforsorgini

20 ára gamli maðurin hevur tólv ákærur ímóti sær. Ein er eitt harðskapsmál, meðan hinar allar fevna um rúsevni. Ákæruvaldið kom tó ikki við nøkrum kravi um revsing mótvegis honum, tí avgjørt er at lata hann persónkannast av kriminalforsorgini, soleiðis at hann møguliga kann fáa ein treytaðan dóm. Tó kravdi ákæruvaldið, at hald verður lagt á 2900 krónur, sum mett verður at hann hevur havt sum vinning.

Málið hjá tí fjórða ákærda varð avgreitt fyri trimum vikum síðani. Tað snýr sum um ein 33 ára gamlan mann, sum hevur smugla hassj til Føroya og selt tað her. Ákærin krevur hann dømdan hálvt ára fongsulsrevsing.

Um hetta verður revsing hansara, og hvussu verður við kvinnuni og 22 ára gamla manninum, fáa vit svar upp á mánadagin kl. 15.