Krevur hálvtannað árs fongsul

Tað heldur ákærin tað skal kosta einum manni at hava skunkplantagu uppi á loftinum í húsunum, har mamma hansara búði saman við mammu síni og bróðuri. Hinvegin helt hon, at ein treytaður dómur til mammuna var passandi

Tað komu 82 skunkplantur undan kavi, tá narkopolitiið gjørdi eftir einum tipsi og rannsakaði eini hús í høvuðsstaðnum.
Ákærin vildi vera við, at ákærdi hevði havt framleiðslu í longri tíð, soleiðis, sum plantagan var innrættað.
Og fyri at prógva sølu vísti ákærin á tær upphæddir, sum vóru settar inn á konto hjá ákærda.
Ákærdi mótmælti harðliga teirri nøgd, sum ákærin segði, at hvør skunkplanta gav.
Narkopolitiið fann eisini 219 hampfræ, sum ákærdi fyrst segði seg vilja nýta til at seta niður og dyrka skunkplantur av, men síðani broytti frágreiðing og segði, at hann var hugtikin av hampfræi og tí samlaði hesi.
Ákærdi segði, at skunkplantagan var professionelt umgingin og vísti á útluftingina og hvussu rúmið var innrættað
Ákærdi var áður revsaður í rúsevnismálum, og tí kravdi ákærin hálvtannað árs fongsul til hin ákærda.
Hesin var ákærdur saman við mammu síni, og politisturin, sum hevði avhoyrt mammuna, var í rættinum ein annan dag at greiða frá, og sambært honum luktaði húsið av hampi. Tað helt ákærin, at mamman átti at havt lagt til merkis.
Ákærdi vísti til nakrar dómar og mælti síðani til, at tann ákærda varð dømd ein treytaðan dóm.

Ósamd í útrokning
Turid Hentze legði beinanvegin eftir útrokningini hjá ákæruvaldinum, sum sambært teimum gjørdi plantaguna upp til oman fyri tvey kilo. Hon pástóð, at rætta talið var undir eitt kilo.
Hon segði, at tað er ikki rætt at halda seg til meðaltalið hjá Rættarkemisk Deild, tí tað eru konkretu málini, tað snýr seg um.
Hon segði, at kanningararbeiðið var ikki gjørt til lítar frá narkopolitinum, tí bara fýra av teimum 82 plantunum vórðu sendar til Danmarkar til kanningar á Rættarkemiskari Deild.
Hon spurdi, um rættarpraksis í Føroyum yvirhøvur er í lagi.
At enda mælti hon til, at revsingin gjørdist tríggjar til fýra mánaðir.
Óla Jákup Kristoffersen segði, at málið við mammuni ongantíð skuldi verið komið so langt sum í rættin.
Tað var í lagi, at hon varð skudsett, men tá málið kom hartil, átti skuldsetingin at verið slept. Hann helt at tað var týðíligt, at mamman einki visti um plantaguna, og tí átti hon at verða fríkend.
Kann rætturin ikki fríkenna mammuna, eigur revsingi í øðrum lagi at verða útseting av revsing í ett ár, segði Óla Jákup Kristoffursen.