Ein iranskur flóttamaður vil nú hava endurgjald frá donsku myndugleikunum, tí teir sendu hann aftur til Iran, sjálvt um teir vistu, at vandi var fyri, at hann fór at verða píndur, kom hann heimaftur.
Orsøkin til kravið er, at Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, hevur sagt, at stjórnin umhugsar at biðja um umbering fyri, at Danmark sendi jødisk flóttafólk aftur til Týsklands undir seinna heimsbardaga. Forsætisráðharrin heldur kortini ikki, at Danmark eigur at biðja eitt nú tann iranska flóttamannin um umbering, tí viðurskiftini í dag kunnu ikki samanberast við viðurskiftini undir seinna heimsbardaga, sigur hann.
Tað var í 1999, at donsku myndugleikarnir sýttu fyri at geva iranska flóttamanninum friðskjól, og hann bleiv tí sendur aftur til Iran. Stutt eftir heimkomuna bleiv hann tikin, og tey næstu tvey árini sat hann í fongsli, har hann fleiri ferðir bleiv píndur. Tað eydnaðist honum at flýggja úr Iran seinni, og nú hevur hann fingið friðskjól í Danmark.
Men Ashkan Panjeheighalehei heldur uppá, at hann fekk skeiva viðferð í 1999, og nú krevur hann 450.000 krónur í endurgjaldi frá danska ríkinum. Nær málið kemur fyri rætin, er ikki greitt.