SKOTDRAMA: Tað var sum í gøtunum í New York, tá løgreglan í Havn stongdi økið í R. C. Effersøesgøtu av eftir at nøkur skot vóru latin av móti einum parkeraðum bili.
Málið var eisini óvanligt í Føroyum, tí tað er ikki hvønn dag, at skottilburðir henda. Tað var tó skjótt greitt, at talan var um eina kraftiga luftbyrsu, og tað gingu heldur ikki nógvir tímar áðrenn løgreglan hevði handtikið fýra mans, sum seinni vórðu skuldsettir og síðani ákærdir fyri hendingina.
Tað, sum hendi hendan mánadagin 12. mai í fjør var, at fýra ungir mans í einum bili í tveimum umførum koyrdu framvið parkeraða bilinum í R. C. Effersøesgøtu og lótu skot av við luftbyrsuni. Fyrru ferð hildu teir seg ikki raka bilin, men seinnu ferð ver eingin ivi. Tá fór høglið gjøgnum báðar síðurútarnar aftan.
Høvuðsákærdi greiddi í rættinum í dag frá, at orsøkin til, at hann hevði skotið eftir bilinum var, at eigarin av bilinum var skuld í, at táverandi gentan var farin frá honum.
Hann greiddi frá, at tá hann kom aftur av skipi, var gentan flutt, og hevði funnið saman við bileigaranum. Hetta gjørdi, at hann var illur inn á viðkomnandi bileigara, og hendan mánadagin hevði hann og tveir aðrir vinmenn verið úti og etið døgurða, og vóru síðani farnir út at koyra, mest sum uttan mál og mið.
Tá teir koma koyrandi eftir R. C. Effersøesgøtu síggja teir eyðkenda bilin hjá umrødda manni. Teir tríggir í bilinum fóru tá at tosa um, at teir áttu at vunnið viðkomandi neisir og skøva ella á annan hátt at saða bilin.
Einki hendi
Einaferð eftir døgurða – helst um 14-tíðina – koyra teir heim til ein fjóðra vinmann, og síðani til hús til ein annan av teimum, sum í bilinum vóru, eftir einari luftbyrsu av slagnum Airforce, sum skuldi vísa seg at vera ógvuliga kraftig.
Nú var so farið beinleiðis oman aftur á R. C. Effersøesgøtu og koyrt varð niðan móti SMS. Slakað var av, tá koyrt var framvið parkeraða bilinum, sum stóð beint uttan fyri har, sum Kommunusamskipan Føroya hevur skrivstovuhøli.
Ákærdi, sum skjeyt, sat aftan vinstrumegin, og lenaði seg mest sum yvir um vinmannin, sum sat aftan høgrumegin. Síðani skjeyt hann út gjøgnum høgra vindeyga aftan.
Men tað tóktist ikki, sum hann rakti bilin, og teir snaraðu tí runt í rundkoyringini við SMS, og á veg oman eftir aftur sást ikki við fyrsta eygnabrá nakar skaði á bilinum.
So var hildið fram oman eftir og komnir oman í rundkoyringina við Havnargøtu vendu teir niðan aftir aftur.
Aftur hesaferð slakaðu teir av, tá teir komu fram móti parkeraða bilinum, og aftur søgdu teir í bilinum vóru seg anbsa væl eftir, at einki fólk var í nánd. Og hesaferð bar betri til. Buldur og brak tá báðir síðurútarnir aftan fóru í knús.
Viðgekk seg sekan
Høvuðsákærdi segði sg vera illa fyri og langt niðri um hesa tíðina, orsakað av, at gentan var stungin av frá honum. Men hann kundi játta seg sekan í ákærunum um at hava skotið móti bilinum.
Hann segði tó, at hann á ongan hátt hevði væntað, at luftbyrsan fór at gera so stóran skaða og helt fast við, at hann bert ætlaði at vinna viðkomandi nakrar neisir.
Tveir av teimum ákærdu í málinum vóru ikki møttir til rættarfundin í morgun. Annar er til skips, og hin er til próvtøku, so málini móti teimum báðum vórðu tí útsett.
Hinb ákærdi kundi ikki játta seg sekan í at hava verið við til at avtala herverk av serliga grovum slag, og tí broytti ákærin, Helle Vibeke Severini, ákæruna móti honum samsvarandi. So játtaði hesin seg sekan í at hava verið til staðar í bilinum, tá skothendingin fór fram.
Hann segði seg ikki vita, hvør ætlanin var við luftbyrsuni og helt tað vera skemt, tá borið var á munni, at ætlanin var at skjóta móti viðkomandi bili.
Rúkandi ósamdir
Ákærin, Helle Vibeke Severini, og verjarnir báðir, Jógvan Páll Lassen fyri høvuðsákærda, og Anfinn V. Hansen fyri hin ákærda, vóru rúkandi ósamd um revsingina og um álvarsemið í málinum.
Ákærin metti at tað var prógvað, at talan var um eina tilvitaða ætlan, og at allir í bilinum máttu verða greiðir um, hvat ætlanin var við luftbyrsuni. Tað, at koyrt var heim til tann eina eftir luftbyrsuni og at tað síðani var skotið tvær ferðir móti bilinum, mátti vigað ógvuliga tungt.
Hon nevndi eisini, at talan var um eina ógvuliga álvarsama hending við umfatandi skaða upp á bilin. Hon mælti tí til at dømt varð eftir §291, stk. 2, sum hevur eina revsirammu upp á upp til fýra ár. Hon legði niður pástand um treytaleysa fongsulsrevsing í 30 til 60 dagar til høvuðsákærda, meðan í hinum førinum kravdi hon fongsulsrevsing, men læt tó upp til dómaran av avgera, um talan skal verða um treytaleysa revsing ella ikki.
Jógvan Páll Lassen vísti til dómin, har ein maður fekk seks mánaðir fyri at skjóta eftir einum politibili, har politistar goymdu seg aftan fyri, og helt tað var púrasta burtur við at nevna fongsulsrevsing fyri lógarbrotið. Hann mælti tí til eina bót ella í mesta lagi ein treytaðan dóm.
Anfinn V. Hansen var samdur um álvarsemið í hendingini, og mælti somuleiðiðs til eina bót á túsund krónur ella í mesta lagi eina treytaða revsing uttan revsiáseting.
Dómarin, Anna Eiriksdóttir, vildi hava tíð at umhugsa dómin, sum verður sagdur í komandi viku.










