24 ára gamli litavin, sum varð frídømdur í nevningatinginum í Havn í seinastu viku, verður væl fyri, um hann fær tað endurgjald, sum hann hevur kravt. Hann hevur kravt endurgjald bæði fyri tort og mista arbeiðstinntøku.
Maðurin sat varðhaldsfongslaður í isolasjón í 102 dagar, og tað gevur góðar 100.000 krónur. Restina av døgunum sat hann ikki avbyrgdur, og fyri teir dagarnar krevur hann 750 krónur um dagin. Fyri avlurtingina krevur hann 750 krónur fyri dagin.
Omaná hetta krevur hann 120.000 krónur fyri mista arbeiðsinntøku tær 25 vikurnar, hann sat varðhaldsfonslaður.
Samanlagda kravið er út við 300.000 krónur.
Tann frídømdi Genrik Karuzel fór heim aftur til Litava fríggjadagin, dagin eftir at hann varð latin leysur.
Sakførari hansara í Føroyum, Jógvan Páll Lassen, sigur, at maðurin kom heim fríggjakvøldið í øllum góðum.










