Hetta var ein samrøða við Thorvald Stoltenbeg, sum avsannaði eitt tíðindaskriv frá Norðuratlantsbólkinum á fólkatingi um, at Stoltenberg hevði játtað at arbeiða fyri Norðuratlantsbólkin.
Tann 8. apríl sendi Norðuratlantsbólkurin so út eina váttan fyri, at Stoltenberg hevði játtað at arbeiða fyri bólkin.
Men Edvard Joensen arbeiddi kortini, vegna Sosialin, víðari við málinum. Hann ringdi til mín tann 10. apríl, bað um at fáa svar uppá ymisk viðurskifti, og vit høvdu eina drúgva samrøðu.
Men eg havi ? eins og nógvir aðrir politikarar sum ikki hoyra til Javnaðarflokkin ? sera vánaligar royndir av tí politiska journalistikkinum hjá Sosialinum. Endamálið tykist ofta at vera politisk agitatión heldur enn upplýsing. (Smb. t.d. yvirskriftina "Fullveldismenn misnýta Stoltenberg"). Tveir fyrrverandi blaðmenn á blaðnum hava jú eisini alment boðað frá, at tann politiski journalistikkurin á Sosialinum verður beinleiðis stýrdur av Føroya Javnaðarflokki.
Tí ringdi eg til Edvard Joensen eftir at samrøðan var gjørd, og bað um loyvi at sleppa at lesa greinina sum kom burturúr, áðrenn hon varð prentað. Hetta lovaði blaðmaðurin, at eg skuldi sleppa.
Klokkan 11.13 føroyska tíð kom greinin so inn á T-post skipanina á Christiansborg. Men tað bar ikki til at lata fílin upp, og skrivari mín ringdi tí til blaðmannin, og bað hann senda hana umaftur.
Klokkan 12.49 føroyska tíð kom greinin fyri aðru ferð inn á mína teldu. Orsakað av at eg skuldi til Føroya sama dag, var eg á veg út í floghavnina í Kastrup um hetta mundi. Skrivarin las tí partar av greinini fyri mær í telefonini ? og eg gjørdist skjótt greiður um, at endamálið við journalistikkinum aftur hesaferð var politiskt.
Eg bað tí skrivaran ringja til Edvard og biðja hann steðga við greinini til vit høvdu tosað saman aftur.
Tað gjørdi hann beinanvegin ? og hann sendi eisini blaðmanninum soljóðandi T-post: "Hey Edvard. Eg havi lisið greinina fyri Tobba, sum er á veg út í Kastrup í taxabili. Hann segði, at hann kann ikki góðtaka tað, hann er endurgivin fyri, í verandi líki. Hann vendir aftur til tín í morginári. Heilsan, Sjúrður."
Hesin teldupostur var sendur kl. 13.16 føroyska tíð. T.e. 27 minuttur eftir at blaðmaðurin hevði sent greinina til mín til góðkenningar.
Hóast hetta ? og hóast tað lyfti hann gav mær tá samrøðan varð gjørd ? læt hann greinina prenta uttan góðkenning. Eftir at eg var komin til Føroya ringdi blaðmaðurin og boðaði mær turrisliga frá, at greinin var prentað.
Eftir at hava spurt meg fyri um evstamark á Sosialinum eri eg komin eftir, at greinin enntá helst var send til prentingar áðrenn kl. 12.49, tá hon varð send mær til góðkenningar.
Kortini skrivar blaðmaður tygara, eftir at eg hevði gjørt vart við hetta álitisbrot, soleiðis í eini viðmerking til málið tann 16. apríl: "Alt, sum fór fram í tí málinum, var júst sum avtalað okkara millum."
Fyrst brýtur blaðmaður tygara altso eina klokkuklára avtalu. Og síðani trínur hann alment fram, og verjir sítt avtalubrot við at siga ósatt um málið.
Sama dag ? 16. apríl ? skrivar tú eina oddagrein um málið, har tú ikki á nakran hátt tekur støðu ímóti framferð blaðmansins. Í staðin kastar tú, við støði í teirri ikki góðkendu greinini, undirritaða alt ilt fyri. Og so sigur tú ? eisini við støði í teirri ikki góðkendu greinini ? at "tað er ikki so løgið, um fólk hereftir fara at aftra seg fyri at tosa við Norðuratlantsbólkin".
Tygum venda við øðrum orðum málinum á høvdið. Tað er Sosialurin, sum hevur brotið eina avtalu. Tað er Sosialin, sum fólk eftir hetta mugu aftra seg fyri at tosa við (um tey ikki aftraðu seg áðrenn).
Blaðmansins og blaðsins framferð í hesum máli er í stríð við alla siðvenju innan tíðindaflutning, harra blaðstjóri. Tað er púra greitt, at blaðið í hesum máli ikki hevur virkað fyri upplýsing, men einans fyri at skaða ein politiskan mótstøðumann hjá Føroya Javnaðarflokki. Til tess at røkka hesum máli er ein avtala brotin, og sannleikin lagdur til viks.
Hesa framferð kann eg als ikki góðtaka, harra blaðstjóri. Eg krevji tí at fáa eina almenna umbering frá tær á sjónligum stað í fyrstkomandi útgávu av Sosialinum.
Fái eg ikki tað, má eg taka tað sum eina greiða almenna fráboðan frá leiðsluni á Sosialinum um, at tað er á hendan hátt, Sosialurin vil umsita ta stóru ábyrgd sum tað er, at standa fyri tíðindaflutningi í føroyska samfelagnum.
Um so er, er hetta sjálvsagt eitt mál fyri blaðmannafelagið.
Eg havi tí sent Føroya Blaðmannafelag avrit av hesum brævi, og fari at heita á felagið um at taka málið upp, um tygum ikki geva mær eina treytaleysa umbering fyri blaðsins framferð.
Av tí at hetta má metast at vera eitt mál sum hevur almennan áhuga, er brævið eisini sent fjølmiðlunum sum tíðindaskriv.