Norrønu feløgini hjá fólki við menningartarni senda í dag út felags yvirlýsing til stjórnarleiðarar og stjórnir í Norðurlondum, har tey krevja rættindi teirra sett í verk. Í yvirlýsingini verur kravt, at virkað verður fyri, at rættindini í ST-sáttmálanum um rættindi einstaklinga við breki gerast veruleiki í øllum Norðurlondum.
Javni hevur um vikuskiftið luttikið á norðurlendskari ráðstevnu í Svøríki um ST-sáttmálan um rættindi einstaklinga við breki.
Luttakararnir á ráðstevnuni samdust um at senda út felags yvirlýsing, har tey ynskja at leggja dent á nakrar greinar í ST-sáttmálanum, sum hava serliga stóran týdning fyri teirra málbólk.
Serligur dentur verður lagdur á,
? At eftir grein 8 um Tilvitsku-stimbran, skal hvørt landið síggja til, at fleiri fáa kunnleika um persónar við menningartarni og vísa teimum virðing.
? At eftir grein 12 um at verða Eins fyri lógini, skulu persónar við menningartarni fáa atgongd til tann stuðul, tey kunnu hava tørv á til tess at nýta sítt rættarføri.
? At eftir grein 19 um At liva sjálvstøðugt og verða tikin upp í samfelagið, skulu persónar við menningartarni sleppa at velja sær bústað og velja hvar og saman við hvørjum, tey vilja liva - á jøvnum føti við onnur.
? og at at eftir grein 24 um Útbúgving, skulu persónar við mennigartarni fáa atgongd til læring fyri lívið, sum miðar ímóti mest møguligari menning.
Feløgini siga eisini í yvirlýsingini, at - Vit krevja, at virkað verður fyri, at rættindini í ST-sáttmálanum gerast veruleiki í øllum Norðanlondum. Vit vilja eisini minna á, at alt má gerast við persónum við menningartarni, herímillum børnum, og teimum feløgum, sum umboða tey.











