Foreldur at børnum í Norðskúla Oyra skúla krevja, at meira verður sett av til at útbyggja skúlan, sum er ov lítil Fíggjarnevndin í Sunda kommunu hevur fund í dag, og beint áðrenn fundin fær nevndin eitt mótmælisskriv frá foreldrum at børnunum í skulanum.
Í fleiri ár hava bæði skúlaleiðarin og skúlastýrið arbeitt við eini ætlan um at byggja upp í skúlan, men einki er hent.
Bara 90 túsund krónur eru settar av í uppskotinum til fíggjarætlan fyri næsta ár til teir fimm barnaskúlarnar í kommununi. Tað er ein skeiv raðfesting, halda foreldrini, sum vísa á, at fleiri hundrað túsund krónur skulu brúkast til grót, bátahyljar og annað, sigur Nomi á Stongum, foreldraumboð.
Hon sigur, at við tað at so trongt er í skúlanum, eru bæði lærarar og næmingar strongdir.
Við mótmælisskrivinum vóna foreldrini at kunna ávirka fíggjarnevndina, sum nú fer at leggja seinastu hond á fíggjarlógaruppskotið.









