Krevja pápakvotu í barsilsskipan

Hvørki Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldisflokkurin taka undir við uppskotinum um at leingja barnsburðarfarloyvi. Annita á Fríðriksmørk og Kristian Magnussen krevja, at páparnir skulu taka sín part

Páparnir skulu taka sín part av einum longdum barnsburðarfarloyvi.
Tað tykist vera støðan hjá bæði Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum á løgtingi. Ivasamt er sostatt, um Bjarni Djurholm fær undirtøku fyri uppskotinum um at leingja farloyvið úr 24 upp í 52 vikur í verandi líki. Bjarni Djurholm heldur nevniliga, at tað skal vera upp til familjuna sjálva at gera av, hvussu hon býtir barnsburðarfarloyvi sínámillum. Hesum sjónarmiði taka hvørki Javnstøðunevndin, Føroya Arbeiðsgevarafelag ella Starvsmannafelagið undir við. Tey vísa á, at støðan hjá kvinnuni á arbeiðsmarknaðinum viknar, um ongin pápakvota verður ásett.
Hesum taka Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldisflokkinum og Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum undir við.

Pápakvota rættast
Sostatt er heldur ikki semja um málið innanhýsis í samgonguni.
? Eg kann ikki taka undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur. Um farloyvið skal økjast við seks mánaðum, so skulu páparnir taka tríggjar mánaðir burturav. Um páparnir ikki fara í barsilsfarloyvi, skal teirra partur detta burtur, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Javnaðarflokkurin fer helst at standa saman við Tjóðveldisflokkinum um eitt broytingaruppskot, tá lógaruppskotið fer í nevnd.
? Tað snýr seg um trivnaðin hjá allari familjuni, og tí má pápin sjálvandi taka sín part. Eg haldi tað vera rímiligt, at tað verður ásett, at pápin skal taka einar 12 til 13 vikur, um barsilsfarloyvið verður økt upp í eitt ár, sigur Kristian Magnussen.

Hellir skeivt
Tey bæði vísa samstundis á, at uppskotið er eitt sosialt afturstig fyri barsilsskipanina. Verður tíðarskeiðið hækkað til eitt heilt ár uttan løn tað seinna hálvárið, so eru tað bara tey, sum frammanundan hava ráð, ið kunnu gera sær dælt av tí.
? Tey, sum ikki hava ráð at fara í farloyvi uttan løn, hava líka stóran ella størri tørv á at fáa endurgjald. Tí er tað helst rættari heldur at leingja barnsburðarfarloyvi stigvíst upp í eitt heilt ár, so at barnsburðarfarloyvið er eitt ár við fullari løn um fýra ár, sigur Kristian Magnussen.
Annita á Fríðriksmørk mælir til, at barsilsskipanin verður víðkað við einum mánaði við løn frá 1. januar 2003, og síðan leingja skipanina við einum mánaði árini frameftir, so at tað við árslok 2007 verður veitt fult lønarendurgjald fyri 12 mánaðir.
Uppskotið um at leingja barnsburðarfarloyvið kemur fyri løgtingið týsdagin.