Krevja nýggjar reglur um øskuflúgving

Flogfeløgini eru ikki nøgd við tær trygdarreglurnar, sum komu í gildi, eftir at gosið í Eyjafjallajøkli hevði órógvað altjóða flogferðsluna. Flogfeløgini siga, at tey vilja sjálv sleppa at gera av, nær tað er trygt at flúgva.

Aðalskrivarin í evropeiska flogferðslufelagsskapinum AEA, Ullrich Schulte-Strathaus, hevur skrivað flogferðslumyndugleikunum í fleiri londum bræv, har hann roynir at sannføra teir um, at flogfeløgini eru før fyri at taka avgerð, um tey skulu flúgva ella ikki.

Í brævinum eru eisini atfinningar at teimum avgerðum, sum flogferðslumyndugleikarnir tóku í sambandi við øskuna úr Íslandi.

Í skandinaviska flogfelagnum SAS taka tey undir við atfinningunum hjá. Bjørn Granviken hjá SAS sigur við norska blaðið Aftenposten, at eftir hansara tykki eiga myndugleikarnir at lata flogfeløgini taka avgerð, um tað er ráðiligt at flúgva ella ikki, tá gosøska er í luftini.