Tann 32 ára gamla kvinnan er ákærd fyri at hava lopið á eina 23 ára gamla kvinnu og børn hennara í svenska býnum Arboga tann 17. mars í ár. Mamman og børnini vórðu flutt á sjúkrahús, men læknarnir fingu ikki hjálpt teimum báðum børnunum, sum doyðu a sjúkrahúsinum. Mamman slapp harafturímóti livandi frá álopinum.
Týska kvinnan hevur viðgingið, at hon var í Arboga tann 17. mars, men hon noktar seg seka í ákæruni. Ákæruvaldið er harafturímóti ikki í iva um, at hon er sek. Kvinnan búði fyrr saman við sambúgvanum hjá teirri 23 ára gomlu kvinnuni, skrivar svenska tíðindastovan TT.