Krevja førleikamenning

Skal tað eydnast at umskipa miðfyrisitingina, soleiðis sum samgongan ætlar, so er ein avgjørd fortreyt, at landið tekur avtalurnar um strategiska førleikamenning í ramasta álvara og at fakfeløgini vera við í tilgongdini, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum

Hetta ger Selma Ellingsgaard greitt í lesarabrævi, sum er sent føroysku fjølmiðlunum. Orsøkin til skrivið er, at landsstýrið nú aftur trívur í ætlanina um at umskipa landsfyrisitingina. Hetta í sambandi við framløguna av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014.

 

- Politisku útmeldingarnar um størri effektivitet, rationellari virksemi og sterkari fakligheit, kunnu verða væl grundaðar. Men sum felag fara vit at ávara ímóti, at myndugleikarnir leypa framav og í tilgongdini leypa bukk um tey royndu og dugnaligu starvsfólkini, sum mynda miðfyrisitingin. Og vit vilja somuleiðis ávara ímóti at almennu arbeiðsgevararnir í tilgongdini gloyma ásetingarnar í okkara sáttmála um at førleikamenna starvsfólkini, sum arbeiða hjá tí almenna, sigur Selma Ellingsgaard.

 

- Tá ið sagt verður í fíggjarlógaruppskotinum, at ein effektivisering av miðfyrisitingini er neyðug, tí at “lutfalsliga ov nógv orka fer til umsiting heldur enn til myndugleika- og ráðsuppgávur”, leiðir tað tankarnar beinleiðis til ta ófrættakenda rák, sum hevur merkt tann almenna sektorin í nógvum av okkara grannalondum tey seinastu árini.

 

- Eisini her heima hava vit varhugan av, at almennu arbeiðsgevararnir í alt størri mun leggja seg eftir at seta starvsfólk við akademiskari útbúgving. Í fleiri uppsagnarmálum hava vit sæð, at tá spariknívurin er hvestur, hevur hann rakt tey fólkini meinast, ið eru útbúgvin og upplærd í skipanini, sigur fakfelagsforkvinna, sum kallar hesa gongdina bæði skeiva og vandamikla.

 

- Avtalan um strategiska og skipaða førleikamenning á landsins stovnum hevur tvinnanda endamál. Hon skal tryggja, at starvsfólkini ikki steðga upp á síni yrkisleið, men allatíðina menna seg fakliga, so at tey vera før fyri at taka við nýggjum avbjóðingum. Samstundis skal avtalan tryggja, at landsins stovnar allatíðina mennast og at uppgávurnar verða loystar á dygdarbesta hátt.

 

- Nógvir stovnar taka í dag ásetingarnar um førleikamenning í álvara, men tíverri síggja vit dømi um, at avtalurnar ikki vera hildnar og at starvsfólkini ikki fáa ta førleikamenning, sum sáttmálin leggur upp til.

 

- Við at tryggja, at starvsfólkini sleppa at røkja og menna sínar fakligu førleikar kunnu vit manna eitt fjølbroytt lið av starvsfólkum við hóskandi førleikum, sum eru tilbúgvin til framtíðar fakligu avbjóðingarnar í eini nýggjari miðfyrisiting, skrivar Selma Ellingsgaard millum annað í skrivinum, sum kann lesast í fullum líki aðrastaðni her á síðuni.