Krevja flugupláguna basta

Borgarstjórin í Eysturkommunu gevur IRF nakrar dagar til at basa flugupláguni í Leirvík.

Tað sigur hann við Sosialin í dag.

– Sjálvandi skal IRF fáa stundir at seta tiltøk í verk fyri at basa flugupláguni, sum bygdin hevur verið fongd við seinastu vikurnar, men freistin er ikki nógvar dagar, sigur Jóhann Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, við Sosialin.

Í Leirvík hava tey verið serliga plágað av túsundtals flugum hesar seinastu vikurnar.

Flugurnar koma úr grótbrotinum á Hagaleiti, har IRF goymir millum 6.000 og 7.000 tons av burturkasti.

Burturkastið er ballað í 9000 ballur, sum viga 750 kilo hvør.

– Vit eru sjálvandi hørm um, at bygdin verður plágað av hesum, men hetta høvdu vit als ikki roknað við, sigur Pól Andrias Joensen, stjóri í IRF.

Hann sigur, at IRF áður hevur goymt burturkast uppá sama máta. Tá stóðust ongir trupulleikar av tí, men hesaferð er støðan ein heilt onnur.

– Vit vita ikki hvat er hent, annað enn at fuglur hevur sett hol á nakrar ballur, og okkurt er skrædnað, men at tað skuldi geva hesa pláguna, tað høvdu vit als ikki roknað við, sigur Pól Andrias Joensen.

Meira um málið í Sosialinum í kvøld, sum eisini kann keypast á sos.fo