Krevja filtur á brúktar dieselbilar

Brúktir dieselbilar skulu hava partikkulfiltur sett í útstoytið áðrenn teir verða seldir. Tað skjóta átta danskir heilsu- og umhvørvisfelagskapir upp

Miðskeiðis í desembur mánað 2005 fekk danski statsministarin Anders Fogh Rasmussen eitt skriv sendandi, ið heitti á hann um at gera okkurt við partikkuldálkingina frá bæði bilum og brenniovnum.

Hesar serliga vandamiklu ultrafínu partikklarnir føra árliga við sær fleiri túsund tilburðir av lungnabruna og hjartasjúkum. Eisini veksur nýtslan av dieselbilum og brenniovnum alsamt, siga felagskapirnir.

Astma-Allergi Forbundet, Kræftens Bekæmpelse, Danmarks Lungeforening, Dansk Cyklist Forbund, Greenpeace, Danmarks Naturfredningsforening og Det Økologiske Råd hava lagt fram sjey upskot viðvíkjandi pariklum í ferðsluni. Eitt teirra er - at allir brúktir dieselbilar skulu hava partikkulfiltur ísett tá teir verða seldir - .

Svarið frá politikkarunum kemur frá umhvørvisministaranum, Connie Hedegaard, tá Fólkatingið tann 20. januar viðgerð uppskot frá fýra av andstøðuflokkunum um eitt átak ímóti dálking av partikklum í ferðsluni.

ES - kommisiónin kom við einum uppskoti beint fyri jól, um at myndugleikarnir ganga undan við einum góðum fyridømi og avseta ein fjórðing av teirra árligu innkeypum av bilum til minni dálkandi akfør.