Krevja deyðarevsing fyri barnadráp

Flestu bretar halda, at Ian Huntley og Maxine Carr eiga at fáa deyðarevsing, verða tey funnin sek í at hava myrt tær báðar tíggju ára gomlu Jessicu Chapman og Holly Wells

SOHAM-MORÐINI

Týskvøldið boðaði bretska ákæruvaldið frá, at tað hevði formliga skuldsett tann 28 ára gamla Ian Huntley fyri at hava beint fyri teimum báðum gentunum, og tríggjar tímar seinni kunngjørdi ákæruvaldið, at 25 ára Maxine Carr eisini var skuldsett - ikki fyri morðini, men fyri at hava givið løgregluni skeiva frágreiðing.
Seinastu dagarnar hava tíðindi gingið um, at Ian Huntley er sálarliga sjúkur, og hann møguliga ikki kann ákærast og revsast fyri morðini, er hann sekur, men fremstu sálarfrøðingarnir í Bretlandi søgdu týskvøldið, at eftir teirra tykki er einki, sum bendir á, at Ian Huntley ikki kann ákærast og revsast, verður hann funnin sekur.
Í gjár var eisini ivi um, um løgreglan í Soham hevur nóg góð prógv ímóti tí 28 ára gamla skúlatænaranum. Rættarfundur skuldi ætlandi vera í gjár, men tað var kortini ivasamt, um hann kundi haldast, tí Ian Huntley lá tá á einum sálarsjúkrahúsi. Kundi løgreglan ikki sannføra rættin, kundi rætturin ikki gera annað enn at lata mannin leysan, men samstundis varð sagt, at verður hann latin leysur, er stórur vandi fyri, at fólk fara at taka lógina í egnar hendur.
Krevja deyðarevsing
Fleiri av teimum stóru bretsku bløðunum hava seinastu dagarnar mælt til, at deyðarevsing verður sett aftur í gildi í Bretlandi í sambandi við barnamorðini í Soham.
Ein meiningakanning í Daily Mail vísti mánadagin, at 56 prosent av teimum spurdu tóku undir við, at fólk, sum myrða sakleys børn, eiga at fáa deyðarevsing. Sama kanning vísti, at flestu bretar halda, at fólk, sum misnýta børn kynsliga, fáa alt ov lítla revsing.
Einstakir politikarar siga seg eisini vera sinnaðar at seta deyðarevsingina aftur í gildi í sambandi við barnamorð. John Whittingdale og Nigel Evans úr konservativa flokkinum siga, at politikararnir eiga at taka spurningin upp í næstum.
Seinast bretska undirhúsið viðgjørdi eitt uppskot um at seta deyðarevsingina aftur í gildi var í 1994. Tá atkvøddu 159 fyri deyðarevsing, meðan 403 tinglimir atkvøddu ímóti. Ein teirra, sum atkvøddi fyri, var núverandi formaðurin í konservativa flokkinum, Iain Duncan Smith.