Borgarstjórarnir í Suðuroy mótmæla viðgerðini av heilsuverkinum í Suðuroy og krevja, at landsstýrið tekur málið upp til nýggja viðgerð. - Eftir at nakað av kjaki nú í longri tíð hevur verið frammi millum landsstýrismannin í Heilsumálum og leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi viðvíkjandi fíggjarætlanini fyri 2010, har m.a. víst verður á tørvin á einum narkosulækna og yngri læknum til Suðuroyar Sjúkrahús fyri framhaldandi at hava kommunulæknar í økinum, fara undirritaðu borgarstjórar í Suðuroynni, at seta fram krav um, at landsstýrið tekur hetta sera álvarsliga mál viðvíkjandi Suðuroynni upp til nýggja viðgerð.
Soleiðis skriva borgarstjórarnir í almennari áheitan á landsstýrið. Víðari skriva teir:
»Tað hevur verið ført fram av yvirlæknum á Suðuroyar sjúkrahúsi, virkandi kommunulæknum í oynni, og nú eisini av einum av teimum, ið vit væntaðu skuldi starvast sum kommunulækni í Suðuroynni, hvørja støðu hesir hava til málið.
Í samrøðu við Suðuroyarportalin, sigur ein, ið væntandi skuldi starvast sum kommunulækni í Suðuroynni, at tað kemur ikki upp á tal, at hann søkir eitt slíkt starv, við tí arbeiðs-og vaktarbyrðu, ið framtíðin hevur at bjóða.
Tá landsstýrismaðurin í heilsumálum førir fram, at ólavsøkupakkin og harvið karmarnir longu vóru settir, tá hann tók við sum landsstýrismaður, so er hetta rætt.
Eftir áheitan greiddi leiðslan á Suðuroyar sjúkrahúsi á fundi í mai mánaði í ár, frá støðuni. Á fundinum vóru ikki minni enn tríggir landsstýrismenn úr Suðuroynni, tvey løgtingsumboð úr Suðuroynni saman við borgarstjórunum í Suðuroynni. Tá kunnað varð um trupulleikan, komu týðiligar ábendingar frá landsstýrismonnunum um, at hetta nokk ikki bleiv nakar trupulleiki at fáa upp á pláss.
Tí kunnu vit sum borgarstjórar ikki góðtaka, at undarførslur um ólavasøkupakkan, verða nýttir í hesum føri.
Vit fara tí staðiliga at heita á okkara løgtings- og landsstýrisumboð umframt alt Føroya Løgting og Føroya Landsstýri, at síggja tann stóra álvara í hesum so ómetaliga týdningarmikla máli fyri trivnaðin og trygdina hjá ungum og eldri her í Suðuroynni, og at fáa til vega ta upphædd, ið skal til, fyri at tryggja okkara borgarum nøkunlunda somu heilsuviðgerðartilboð sum aðrastaðni í landinum.«
Borgarstjórarnir í Suðuroynni
Skrivað undir mótmælið hava:
Kristin Michelsen
Kirstin S. Bech
Otto West
Hildur Vestergaard
Mikkjal Sørensen
Eyðdis Ellendersen
Delmar Tausen