Krevja 700.000 krónur inn í gomlum gjøldum

Nógvir bileigarar fáa óvæntaðar rokningar í hesum døgum

Í hesum døgum eru tað nógvir bilførarar, sum kunnu vænta sær eina rokning, teir ikki høvdu væntað.

 

Her er talan um bilførarar, sum hava parkerað á parkeringsplássinum hjá flogvøllinum í Vágum hesar seinastu níggju mánaðirnar.

 

Tað er ikki ókeypis at seta bilin á parkeringsplássini hjá flogvøllinum, men higartil hevur flogvøllurin ikki sent bileigarum nakra rokning fyri parkeringina.

 

Í mai í fjør fekk Vága floghavn heimild til at seta gjaldsparkering í verk á flogvøllinum og tað sæst eisini á skeltunum við parkeringsplássini, at tað er ikki ókeypis, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum.

 

Men tað hevur knípt við at fáa ta teknisku skipanina at rigga og tí hava bara teir bilførarar goldið, sum eru farnir sjálvir at gjalda á heimasíðuni hjá flogvøllinum, ella, ella á farstøðini.

 

- Tað eru fleiri bilførarar, sum hava goldið, men nógvar rokningar eru ikki goldnar, sigur hann.

 

Stjórin á flogvøllinum sigur, at nú hava tey fingið somu skipan, sum tey hava í undirsjóvartunlunum, har nummarpláturnar verða avmyndaðar, so at tað ber til at senda eigarunum rokning.

 

Og skipanin er fingin at virka, sendir Vága Floghavn øllum bilførarum, sum hava parkerað á flogvøllinum, uttan at gjalda fyri tað, eina rokning.

 

Jákup Sverri Kass sigur, at farið verður kortini ikki heilt aftur til í mai í fjør. Men tey senda kortini rokningar við afturvirkandi kraft til tann fyrsta januar í ár, sigur hann.

 

Sostatt fáa allir bilførarar, sum hava parkerað á flogvøllinum higartil í ár, men sum ikki hava goldið, nú eina rokning.

 

Tað er umleið helvtin av gjøldunum, sum ikki eru goldin, og Jákup Sverri Kass sigur, at talan er um einar 700.000 krónur í ógoldnum parkeringsgjøldum, sum nú verða kravdar inn.

 

Og hereftir verður skipanin á flogvøllinum tann sama sum í undirsjóvartunlunum, at teir bilførarar, sum ikki rinda beinanvegin á heimasíðuni, ella á farstøðini, fáa rokning sendandi.