Somalisku sjórænararnir vilja hava 147 milliónir krónur í loysigjaldi fyri saudiarabiska tangaskipið Tað var sunnudagin, at somaliskir sjórænarar rændu eitt fullfermt, saudiarabiskt oljutangaskip, og nú krevja teir 147 milliónir krónur fyri skip, farm og manning.
Tað skrivar franska tíðindastovan AFP, sum hevur tosað við ein av rænarunum. Hann sigur, at teir vilja hava pengarnar innan 10 dagar.
Saudiarabiska tangaskipið var 450 fjórðingar í landssynning úr kenyanska havnarbýnum Mombasa, tá tað bleiv rænt, og nú liggur tað fyri akkeri úti fyri somalisku strondini.