Krevja 14 milliónir frá Strandferðsluni

Tvøroyrar Býráð hevur nú endaliga samtykt at stevna Strandferðsluni eftir havnargjaldi fyri Smyril og stevnt verður eftir fullari upphædd

Nú hevur Tvøroyrar Býráð mist tolið við Strandferðsluni og landsstýrinum.

Í fleiri ár hevur Tvøroyrar Býráð roynt at fáa Strandferðsluna og landsstýrið at góðtaka, at Smyril eigur at betala havnargjald fyri at brúka Trongisvágsfjørð á veg til og frá Samferðsluhavnini á Krambatanga.

Men landsstýrið tvíheldur um, at Smyril eigur ikki betala havnargjald.

Tvøroyrar Býráð tvíheldur um, at Smyril skal betala havnargjald og tí hevur býráðið samráðst við fleiri av teimum seinastu landsstýrisfólkunum, sum hava umsitið málið í landsstýrinum, men alt til fánýtis.

Men nú kemur málið so til skarpskeringar, tí á býráðsfundi hevur Tvøroyrar Býráð nú endaliga samtykt at stevna eftir upphæddini.


Miseydnað í fleiri ár

- Vit hava roynt í fleiri ár at fáa eina avtalu við skiftandi landsstýrisfólk um havnargjald fyri Smyril, men til fánýtis og sostatt er onki hjá okkum at gera, uttan at stevna, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.

Hann sigur, at høvdu samráðingarnar við landsstýrið borið á mál, hevði tað uttan iva borið til at samst um eina skipan, har Strandferðslan fekk avsláttur, tí at Smyril brúka Trongisvágsfjørð so oftani.

- Men tá ið allar semingsroyndir eru miseydnaðar, hava vit stevnt eftir fullari upphædd.

Kristin Michelsen sigur, at sostatt er nú endaliga gjørt av at stevna Strandferðsluna eftir 14 milliónum krónum.

Les eisini greinina: Øvugta meining um kravið av Tvøroyri.