Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur júst boðað frá tíðindafundi. Tíðindafundurin verður hildin klokkan 9 í fíggjarmálaráðnum, og har stendur eittans mál á skránni. Framløga av ólavsøkupakkanum, ella kreppupakkanum, sum hann eisini verður nevndur.
Enn er ilt at siga, hvussu harður ella bleytur pakkin er, og hvørki løgmaður ella fíggjarmálaráðharri hava vilja gjørt stórvegis viðmerkingar til innihaldið.
Men eftir tí, sum hevur verið frammi í fjølmiðlunu, er talan um ein pendant til kartoffelkurin, sum danir fóru ígjøgnum í 80´unum. Og tað er neyvan ósannlíkt, at pakkin inniheldur hægri avgjøld, hægri skatt og færri skattakrónur í umferð millum borgararnar.










