Fólk, sum ringja til Strandfaraskip Landsins í løtuni, fáa boð um, at vegna innanhýsis fund, er Strandferðslan stongd.
Aftaná nógva rumbli seinastu dagarnar, er ikki løgi, at starvsfólkini í umsitingini og leiðslan hava tørv á at práta saman.
Í dag var greitt, at tvey starvsfólk longu hava sagt seg úr starvi, harímillum annað álitisfólki, Hansina Waagtein, sum hevur starvast har í 9 ár.
Bæði starvsfólk og leiðsla hava funnist at Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, í sambandi við at hann gjørdi av at flyta Strandferðsluna til Tvøroyrar.
Starvsfólkini eru fyrst og fremst ónøgd við, at álitisfólkini ikki vórðu tikin við í tilgongdina, og at onki ítøkiligt uppskot var til teirra viðvíkjandi fráfaring og uppsagnartíðum.










