Íslendska ferðavinnan skipaði seg við eini kreppuætlan eftir hendingarnar í USA tann 11. september 2001, greiðir Magnus Oddsson, stjóri í íslendska ferðaráðnum, frá.
Íslendingarnir tóku støðuna so mikið álvarsliga, at teir beinleiðis heittu á íslendsku stjórnina um at hjálpa til at halda vinnuna á livi, um illa vildi til. Og stjórnin tekur vinnuna í álvara, so hon legði pengar á borðið.
Tað er eingin ivi um, sigur Magnus Oddsson, at niðurgongd var at merkja í fjør. Men nú er líkt til, at tað er farið at kvinkað upp eftir aftur, sigur hann.
Europeisk ferðafólk koma nú aftur til Íslands. Men amerikanarar eru trekari at fáa út at ferðast, sær til. Hjá teimum sita ógvusligu hendingarnar ivaleyst fastari enn hjá teimum, sum búgva longri burturfrá.
Tað hjálpir eisini up á hagtølini, at tvey nýggj flogfeløg eru farin at flúgva millum Ísland og Danmark og Ísland og England, sigur hann.
Iceland Express, sum er lágprísfelag, flýgur fast millum Keflavík og København og Keflavík og London. Og grønlenska felagið, Air Greenland, flýgur tvær ferður um vikuna millum København og Akureyri.
Tað tykist, sum fók hava broytt atburð nakað, tá tosað verður um ferðing, heldur íslendski ferðavinnustjórin.
Fólk eru farin at bíða til í seinastu løtu at gera av, hvar tey ætla sær, og tískil verður heldur ikki umbiðið, fyrr enn langt er útliðið.
Hendan sonevnda »Wait and see« støðan ger, at arbeiðið hjá ferðavinnustovunum eisini kemur upp í røkur og verður tyngri at leggja til rættis.
Íslendingar fara í november í ár at lata kunningarstovu upp á Norðurlendsku Bryggjuni í København.
?Hetta er nakað, øll hava tosað um, men eingin enn hevur gjørt. Nú gera vit tað so, sigur Magnus Oddsson.
Ferðavinnan er ikki so heilt lítil partur av íslendska búskapinum, upplýsir Magnuss Oddsson, stjóri í íslendska ferðaráðnum. Vinnan stendur fyri umleið 13 prosentum av samlaða íslendska útflutninginum, sigur hann.










