Orkan ella viljin hjá dønum at gjalda sínar rokningar er fallandi. Tað eru í hvussu er royndirnar hjá innkrevjingar fyritøkum og skuldarregistarum. Bæði Ole de Neergaard frá Intrum Justitia og Tommy Olsen frá Visma Collectors siga við Jyllands-Posten, at talið av inkassomálum økist.
- Kredittirnir í bankunum eru vorðnir so strammaðir, at fólk ikki longur hava ráð til at gjalda gamla skuld, og fleiri eru endað í einari skuldarsnaru, sigur Ole de Neergaard við dagblaðið.
- Tað eru ofta tey veikastu í samfelagnum, sum gerast arbeiðsleys fyrst, og tey hava kanska skuld framman undan og enda tí skjótt hjá inkasso, sigur Ole de Neergaard.
At danir júst hava fingið 22 milliardir krónur frá SP-uppsparing sæst ikki aftur í hagtølunum hjá inkassofyritøkum.
Birger Baylund frá Debitor Skrásetingini hevur áður sagt, at 23.000 danir fyrsta hálvár eru strikaðir av listanum yvir vánaligar gjaldarar ? tað eru 4.000 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør ? men kortini er listin vaksin. 29.000 fleiri vánaligir gjaldarar eru komnir á listan síðani 1. januar bert hjá Debitor Skrásetingini.
Eisini hjá skuldarskrásetingini RKI eru nógvir nýggir »limir«, og Skat hevur eisini størri trupulleikar at dríva inn skuld til tað almenna. Fyrsta ársfjóring 2009 skyldaðu fyritøkur og privat tilsamans 28,9 milliardir krónir til tað almenna, harav skattur og avgiftir vóru 13,3 milliardir, meðan onnur skuld til land og kommunur var 15,6 milliardir krónur.
Jákup B. Jensen frá Intrum Føroyar sigur, at eisini her heima sæst sami tendensur til, at fleiri og fleiri fólk verða send til inkasso. Eisini í Føroyum er talan um vaksandi arbeiðsloysi og fíggjarkreppu.