Tann heimsumfatandi fíggjarkreppan kann steðga nógvum verkætlanum í menningarlondunum Í fleiri menningarlondum sita teir politisku leiðararnir og eygleiða fíggjarkreppuna í tí ríka partinum av heiminum. Teir bera ótta fyri, at leiðararnir í ídnaðarlondunum hugsa einans um síni heimligu viðurskifti, og at tann fátæki parturin av heiminum verður gloymdur.
-Tað er væl hugsandi, at tað verður truplari at fáa fígging til menningarverkætlanir, samstundis sum fleiri fátæk lond longu hava boðað frá, at teirra útflutningur minkar, sigur indiski fíggjarmálaráðharrin, P. Chidambaram.
Chidambaram, sum tók lut í einari hoyring hjá Heimsbankanum og Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF, í gjár, segði í hoyringini, at fleiri av teimum fátæku londunum eru ikki fyrireikað til at taka avleiðingarnar av kreppuni.
-Menningarlondini fara at líða av nøkrum, sum tey ikki hava skyldina av, segði indiski fíggjarmálaráðharrin.
Undir hoyringini kom fram, at fleiri av menningarlondunum kenna seg sett uttanfyri ella gloymd í altjóða fíggjarkreppuni.










