Kreppan kann kosta dønum 200 mia. krónur

Kreppan á altjóða fíggjarmarknaðinum kann fara at kosta Danmark meiri enn 200 milliardir krónur Umframt eina rokning upp á meiri enn 200 milliardir krónur kann kreppan hava við sær, at danska bruttotjóðarframleiðslan fer at minka einar 300 milliardir krónur í tí tíðarskeiðinum, kreppan varir.

Tað skrivar Børsen í dag og vísir á eina kanning, sum altjóða gjaldoyragrunnurin IMF hevur gjørt, og sum lýsir avleiðingarnar av fíggjarkreppum í árunum frá 1970 til 2007.

Kanningin vísti millum annað, at ein fíggjarkreppa kostar statinum og skattaborgarunum umleið 13,3 prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu alla krepputíðina.