Í rættinum í gjár sat ein 31 ára gamal maður, sum dugdi væl at orða seg, og var sera politiskt tilvitandi.
Tað var hetta politiska medvitið, sum meira ella minni beinleiðis fekk hann at fremja eina brotsgerð, sum hann nú angrar.
Sunnukvøldið 29. apríl hevði hann drukkið saman við einum vinmanni, og um náttina fór hann á hurðina hjá Janusi Petersen, bankastjóra.
Hann ringdi uppá fleiri ferðir, men har var stongt og myrkt, og hann helt tí at eingin var heima.
I lummunum hevði hann tveir knívar, men í rættinum segði hann, at hann ongantíð hevði ætlað at brúkt knívarnar.
Ákærin helt tað øvugta.
Politiskt órættvísi
- Eg ætlaði bara at geva bankastjóranum eina skolu, tí eg var ónøgdur við politisku gongdina í Føroyum. Tey, sum hava mest, fáa meira, tikið verður frá teimum fátøku, sum blíva fátækari, og samstundis fer landið út og lænir pengar, segði maðurin.
Hann hevur sálarligar trupulleikar og segði, at hann var sera følin, og tað gjørdi honum ilt, at tað gekk sum tað gekk.
- Eg var so ørkymlaður av órættvísinum. Hetta minnir mest um politikkin í USA, segði maðurin.
Tá ið hann ikki slepp inn til bankastjóran, fór hann aftur um húsini og inn í ein gamalt úthús, sum stóð har.
Hann royndi at festa í eina presending, fór eitt petti frá, men tá ið eldur var ikki í, vendi hann aftur, og tá eydnaðist at fáa tað at loga.
Hesar báðar gerðirnar játtaði hann, og hann angraði tær. Heldur skuldi hann havt skrivað eitt lesarabræv, segði hann.
Tað var eitt bland av drukki og sálarveikleika, at hann hevði gjørt hetta. Hann var beiskur og ólukkuligur.
Argur inn á bankan
Maðurin fór eftir bankastjóranum, tí hann var argur inn á Bank Nordic og øll avgjøldini, og teimum metti hann stjóran at hava ábyrgdina av. Haraftrat helt hann bankan fara illa við sínum viðskiftafólkum, ikki minst teimum gomlu, sum ikki hava møguleikan at avgreiða síni viðurskifti um teldu. Nógv fólk eru misnøgd, segði hann.
Maðurin greiddi frá, at hann var sjálvmorðshóttur, tá ið hetta hendi, og hann hevði bara tikið knívarnar við fyri at verja seg sjálvan.
Hesum trúði ákærin ikki.
- Tað kókaði bara yvir hjá mær, og eg var skítfullur. Hatta var ein keðilig fullamannagerð, og eg eri keddur av, at gjørdi hatta.
Maðurin tók eisini heilivág.
Tá ið maðurin varð handtikin og varðhaldsfongslaður, varð hann fluttur á afturlatna deild á psykatriska deplinum.
Hann hevði tað ikki gott við seg sjálvan.
Ein dag í februar hevði hann fyrr um dagin verið og málað í ítrivsrúminum. Tá ið hann seinni um dagin skuldi fara inn hagar, var rúmið læst. Hugsan hansara tá var, at einki bar til, og at stongt var fyri honum.
Tá ið maðurin varð handtikin, tók politiið alt frá honum, men politiið hevði gloymt at tikið ein multiknív úr tasku hansara.
Maðurin fór so til skrivstovuna hjá einum sjúkrarøktafrøðingi, bankaði á hurðina og læt upp.
- Eg hevði tað so ringt og hevði hug at gera enda á øllum. Tí bað eg hana taka knívin.
Men sjúkrarøktarfrøðingurin fataði hendingina øðrvísi. Hon helt mannin hótta seg við knívi. Hetta hóast knívurin als ikki var foldaður út.
Maðurin var ákærdur fyri at hava hótt sjúkrarøktarfrøðingin, men ta ákæruna varð hann frídømdur fyri.
- Eg havi ongantíð lagt hond á nakran, hvussu irriterandi tey enn hava verið, segði maðurin.
Hundurin goyði
Kona bankastjóran var førd sum vitni. Hesa náttina í januar var hon einsamøll heima við synum sínum, og tey vaknaðu, tá ið hundurin fór at goyggja, og tað ringdi á hurðina.
Ikki fyrr enn hon sá bjart ljós uttanfyri, og tey komu eftir, at eldur var í ringdu tey til politiið.
Sløkkiliðið sløkti eldin, og politiið fór at leita eftir tí, sum hevði sett eld á.
Meðan politistarnir leitaðu, ringdi maðurin sjálvur til politiið og segði, hvat hann hevði gjørt.
Nakrir politistar góvu eisini frágreiðing. Teir endurgóvu eisini mannin fyri at hava sagt, hvussu ónøgdur hann var við gongdina í samfelagnum.
Undan rættarfundinum høvdu Kriminalforsorgin og ákærin tosað saman um revsing, og mett var, at best var við viðgerðardómi.
Tað var tann ákærdi maðurin fegin um. Hann vildi gjarna hava hjálp fyri sínar rúsdrekkatrupulleikar.
Dómurin var, at maðurin skal í ambulant viðgerð á psykiatriska deplinum undir eftirliti av Kriminalforsorgingini. Eisini skal hann í viðgerð fyri rúsdrekkatrupuleikar. Eingin tíaravmarking var ásett fyri hesar viðgerðir.
Á rættarfundinum viðmerkti Karin Kjølbro, leiðari á Kriminalforsorgini siga frá sínum nógvu vitjanum á psykiatrisku deildunum síðan 1969, at har kenna fólk avmakt.
Hesi orð endurtók verjin hjá manninum í síni seinastu verjurøðu.
- Ein psykiatrisk deild er ikki verðins besta stað at vera. Og tað er eisini ein nógv útbreidd misnøgd við samfelagið, segði verjin.
Tann 31 ára gamli maðurin var útkoyrdur aftaná rættarfundin, sum vardi hálvan fjórða tíma.
Hann tók við dóminum, áðrenn hann aftur varð fluttur á psykaitrsku deldina.
Endurgjald
Úthúsið hjá bankastjóran fór illa, og familjan tilskilir sær rætt endurgjald fyri skaðan, sum húsið fekk og tað, sum brann innan í úthúsinum.
Ákærin metti endurgjaldið ór at verða onkrastaðni millum 50.000 og 80.000 krónur.
Tað var at taka í so rívan tl, helt verjin.